Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Anker Jørgensen er nú farin á røktarheim í Keypmannahavn Anker Jørgensen hevur í 45 ár búð í Sydhavnen í Keypmannahavn, men nú skal hann búgva á røktarheimi á Vesterbro.
- Eg kláraði ikki at ganga trappurnar upp á triðju hædd longur, sigur Anker Jørgensen við Ekstrablaðið.
Hann letur væl at umstøðunum á røktarheiminum.
- Her er sjálvandi nakað minni, men samanborið við, tað sum eg hevði væntað mær, so er tað væl innrættað her. Tíverri havi eg ikki pláss fyri øllum mínum bókum og myndum, sigur Anker Jørgensen við blaðið.