Forsetin skal fyri ríkisrætt

Tjóðartingið í Rumenia samtykti í gjár at stevna Traian Besesci, forseta fyri ein ríkisrætt, men samtyktin skal fyrst leggjast fyri fólkið á einari fólkaatkvøðu.

Forsetin kann enda í einum ríkisrætti eftir skuldsetingar um, at hann skal hava brotið grundlógina. Nógvir politikarar halda, at forsetin fór út um sínar heimildir, tá hann fyri tveimum árum síðani kunngjørdi stórar sparingar á fíggjarlógini. Í tinginum atkvøddu 258 av teimum 432 tinglimunum fyri at stevna forsetanum fyri ríkisrætt. Eftir skipanini verður fólkaatkvøða innan 30 dagar, og tá skal tað rumenska fólkið taka støðu til, um Basescu skal leggja frá sær.

Traian Besescu (myndin) hevur verið rumenskur forseti síðani 2004. Í 2007 varð hann skuldsettur fyri landasvik, men ta ferðina bjargaði ein fólkaatkvøða honum. Tað er ilt at siga, hvussu verður hesaferð, men sambært tíðindastovuni AP hevur forsetin mist nógvar stuðlar tey seinastu árini.