Omar al-Bashir, sum hevur verið forseti í Sudan í 30 ár, er nú handtikin. Tað upplýsir sudanski verjumálaráðharrin Ahmed Awad Ibn Auf á einum tíðindafundi í dag, skriva altjóða miðlar.
Herurin hevur yvirtikið valdið og sett eitt herðnararráð á stovn, sum skal stjórna landinum komandi tvey árini. Tað er herurin, sum hevur handtikið Omar al-Bashir.
Loftrúmið yvir Sudan er stongd teir næstu 24 tímarnar, og jarðbundnu markini eru eisini stongd. Harumframt hevur herðurin tikið landsins stýriskipan úr gildi og hevur boðað frá undantaksstøðu í tríggjar mánaðir.
Verjumálaráðharrin hevur lovað, at tað verður val aftaná komandi tvey árini.
Stýrið hjá Omar al-Bashir hevur verið fyri nógvum atfinningum, og blóðugar mótmælisgongur hava verið í landinum, har fleiri fólk hava latið lív.