Tað er ikki bara til landsdystirnar, at fólk tysja inn á Tórsvøll. Eisini til steypafinalurnar er undirtøkan sera góð.
Fyrstu finalurnar verða spældar í dag, og í morgin eru aftur finalur á skránni. Størsti dysturin er sjálvandi mansfinalan um løgmanssteypið, og tá vit í dag fregnaðust hjá FSF, vóru heilt nógv atgongumerki seld í forsølu.
Kristin Dam Ziska úr FSF sigur, at á leið 2.300 atgongumerki eru seld í forsølu. Av hesum eru fleiri enn 900 seld til sonevndu Víkinga-sektiónina, har Víkingar-fjepparar sita. Runavíkingar eru eisini væl umboðaðir, tí fleiri enn 700 atgongumerki eru seld til NSÍ-sektiónina.
Atgongumerkjasølan á heimasíðuni hjá FSF heldur fram til klokkan 15 leygardagin.