Óforsvarligt ikki at geva undantøk

-Tað verður fullkomin ruðuleiki, um undantøk frá herda verkfallinum hjá Pedagogfelagnum ikki verða givin starvsfólkunum á stovnum hjá Almannaverkinum, sigur Fía Petersen, forkvinna í Javna.

 

-Tað verður fullkomin ruðuleiki, um undantøk frá herda verkfallinum hjá Pedagogfelagnum ikki verða givin starvsfólkunum á stovnum hjá Almannaverkinum, sigur Fía Petersen, forkvinna í Javna.

 

Fía Petersen sigur, at støðan verður púra óforsvarlig, og at hon orkar ikki at hugsa um, hvat fer at henda, um undantøk ikki verða givin, áðrenn verkfallið hjá Pedagogfelagnum í morginári verður víðkað til at umfata allar limir, sum starvast í Almannaverkinum.

 

- Tað verður fullkomin ruðuleiki og tað, sum verri er, um undantøk ikki verða givin, sigur forkvinnan í Javna og vísir á, at hóast tað er ymiskt, hvussu limirnir í Javna eru fyri, so hava teir allir tað til felags, at teir hava fyri neyðini alla ta hjálp, sum starvsfólkini geva teimum.

 

- Fleiri fólk eru fjølbrekað og brúka eitt nú andingartól og føðsluslangu, og tey eru beinleiðis í lívsvanda, um starvsfólkini ikki eru um tey, sigur Fía Petersen.

 

Aðrir limir hjá Javna í sambýlum og búfelagsskapum hava eisini harðliga brúk fyri hjálpini, sum tey fáa frá starvsfólkunum í gerandisdegnum, og tey verða eisini rakt meint, um undantøk ikki verða givin starvsfólkum á stovnum hjá Almannaverkinum, sigur Fía Petersen.

 

 

Avvarðandi biðin um at traðka til

Hjá Javna vita tey um fleiri avvarðandi, sum er biðin um at taka síni heim úr sambýlum og búfelagsskapum. Summi gera tað eisini, men tey eru nógv, sum ikki hava møguleika at taka tey heim, sigur Fía Petersen.

 

-Nøkur hava ongan avvarðandi ella tey hava so gomul foreldur, at tað ber als ikki til. Nógv eru til dømis eisini í koyristóli, og kunnu ikki verða flutt inn í eitt vanligt heim, vísir forkvinnan í Javna á.

 

Almannaverkið hevur biðið um undantøk fyri 141 limir í Føroya Pedagogfelag.

Almannaverkið hevur boðað frá, at fáa tey ikki tað, so kann Almannaverkið ikki standa inni fyri trygdini og heilsuni hjá í minsta lagi 253 borgarum.

 

Fíggjarmálaráðið hevur kært Pedagogfelagið til Fasta Gerðarrættin, tí Pedagogfelagið vil ikki geva undantøkini, sum biðið er um.

 

Fasti Gerðarrættarin fer at viðgera málið nú á middegi.