Fortelja løgmanni hvar skápið skal standa

Vit kunnu als ikki liva við tí, Løgmaður hevur sagt um bummgjaldið í Vágatunlinum

– Nú mugu vit kalla saman til fundar, har vit gera púra greitt, at hetta verður ikki góðtikið.

 

Tað sigur Marjus Dam, sum er vorðin talsmaður fyri tey, ið vilja hava bummgjaldið í undirsjóvartunlunum, avtikið.

 

Løgmaður hevur gjørt greitt, at bummgjaldið í Vágatunlinum verður ikki avtikið, hóast lánið í tunlinum nú er goldið.

 

Tað stendur í lógini fyri tunnilin, at tunnilin skal latast landinum fyri einki, tá ið útveganarkostnaðurin er goldin.

 

Hinvegin er stór ósemja um, hvat tað merkir. Marjus Dam, og fleiri við honum, tvíhalda um, at útveganarkostnaðurin er sjálvt lánið í tunlinum, og tað er afturgoldið í hesum døgum.

 

Men bæði núverandi løgmaður Aksel V. Johannesen, og fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen siga, at partapengarnir frá landinum hoyra eisini upp í útveganarkostnaðin og tí skulu teir eisini rindast aftur, áðrenn landið yvirtekur tunnilin.

 

Marjus Dam, tvíheldur um, at hóast lógin kanska er ógreið, er ongin ivi um, at politiski viljin var, at bummgjaldið skuldi takast av, tá ið lánið var goldið.

 

Hann sigur, at tey hava ein bólk, sum arbeiðir við hesum málinum og í honum eru umboð fyri politisku valfeløguni í Vágum og í Norðoyggjum, umframt umboð fyri kommunurnar og vinnulívið.

 

Tí sigur Marjus Dam, at nú mugu tey í bólkinum tosa saman, tí tey kunnu ikki liva við svarinum frá Løgmanni um at bummgjaldið skal varðveitast.

 

 

Les eisini: Ein ótespulig jólagáva frá Løgmanni

 

 

Hann sigur, at skal bummgjaldið halda fram, merkir tað, at tey, sum koyra ígjøgnum tunnilin, skulu rindað hundrtaðtalsmilliónir afturat.

 

Partapeningurin í Vágatunlinum er 160 milliónir krónur og í Norðoyatuntunlinum er hann 235 milliónir.

 

– Tað ber ikki til, at landið skal krevja hundraðtals milliónir afturat frá tveimum økjum í landinum, sigur Marjus Dam. Tað er harafturat peningur, sum longu er skattaður frammanundan.

 

 

Les eisini: Marjus Dam bjóðar nú av í kríggj

 

 

Hann sigur, at nakað síðani roknaðu tey út, at tilsamans hava tey, sum hava brúkt Vágatunnilin, rindað 300 milliónir í bummgjaldi. Av teimum hava borgarar í Vágum goldið 120 milliónir og brúkarar aðrastaðni hava goldið 180 milliónir.

 

 

Les eisini: Neyðugt at halda fram við bummgjaldinum

 

 

– Tað merkir, at borgarin í Vágum hevur goldið 40.000 krónur í part í miðal fyri tunnilin. Eitt húski við seks fólkum hevur við hesum goldið 240.000 krónur, men men eitt hús uttanfyri vágar, hevur goldið 24.000 krónur.

 

 

Les eisini: Bummgjaldið verður IKKI avtikið enn

 

 

– Sostatt hava vit goldið 10 ferðir so nógv í miðal fyri hvørt fólk borgara, enn aðrir borgarar, og tað kann ikki halda fram longur.

 

Ti vónar hann, at allar góðar kreftir í Løgtinginum »fáa viðurskiftini í rættlag«, sum hann málber seg.

 

– Vit ætla ikki at góðtaka eina rokning upp á hundraðtals milliónir, leggur hann afturat.