Ragnar Rasmussen er docentur við tónleikaháskúlan í Tromsø. Hóast ungur a aldri hevur hann vunnið sær navn sum ein av fremstu kórleiðarum ikki bert í Noregi ella Norðurlondum, men eisini í øllum Evropa við fleiri altóða kórleiðaraheiðursprísum í sínum persónliga viðføri. Við sínum úrvalda kamarkóri "Vokal Nord" vann hann ikki bert tveir fyrstaprísir á kórkapping í Italia nú her í juli, men eisini samanlagt sokallaðu "Grand Premio" fyri alla kappingina.
Ragnar Rasmussen arbeiðir ikki bert á professionellum stigi, men er eins áhugaður fyri tí meira fólksliga. Á ferðini nú til Føroya kemur hann við sokallaðum "Projektkor" við kórsangarum og musikarum av Hamar-leiðini og úr føðibýi sínum Vardø. Skráin er sum Ragnar sjálvur hevur skipað í samanhangandi syrpu, ið hann kallar "Sangur fyri frælsi". Sermerkt er her eisini grikska fylgispæli við tveimum bouzouki-ljóðførum, bassguitara, rytmuguitara og harmoniku.
Konsertir verða í Fuglafjarðar Mentunarhúsi fríggjakvøldið 8. august kl. 19.00 og í Vesturkirkjuni í Havn mánakvøldið 11. august kl. 20.00.