Komandi sunnudag verður forvitnislig konsert í Tofta skúla við saksofonleikaranum, Kristinu Thede Johansen og gittarleikaranum, Ólavi Eyðunsson Gaard.
Saman rópa tey seg Feyd, og tey fara á pallin í Tofta skúla klokkan 16.
Konsertin, sum er ókeypis, er partur av skránni hjá Summartónum, sum Felagið Føroysk Tónaskøld skipar fyri og Nes kommuna, sum hesaferð er vertur, stuðlar Summartónum.