Forvitnislig skóleistakapping

So er tíð at fáa ferð á hugflogið og stokkarnar, so tú kanst vera við í skóleistakappingini hjá Jamm í Klaksvík


Elin Neshamar,
praktikantur
Sum eitt sera øðrvísi átak skipa tær báðar Meiken og Ása í Jamm nú fyri  skóleistakapping. Hetta ikki bert fyri at skaffa nýggjar uppskriftir, men eisini fyri at varpa ljós á skóleistar, sum eitt heilt serføroyskt fyribrigdi.
Partur av mentanararvinum
Ása greiðir frá, at hóast skóleistar kanska ikki upprunaliga eru úr Føroyum, eru tað næstan bert føroyingar, ið hava hildið fast við henda fjálga fótbúna. Allir føroyingar vita, hvat skóleistar er fyri nakað, men soleiðis er ikki í øðrum londum, og tí er sera sjáldan tú finnur uppskriftir til skóleistar í ymsu bindibókunum. Bert fáar kvinnar her heima hava skrivað nakra skóleistauppskrift niður, so kappingin er eisini sett í verk fyri betri at varðveita hendan partin av okkara mentanararvi.
- Um tú til dømis spyrt eina konu, hvat fyri skóleistar hon bindur, sigur hon óivað, at hon bara bindur vanligar skóleistar, hetta hóast næstan eingin bindur teir somu, sigur Ása. Hon leggur afturat, at um tú í dag fert inn í eina bindibúð og biður um eina uppskrift til skóleistar, so hava tey kanska bert ta einu. Ætlanin við kappingini er so at fáa ymsu modellini fram, og síðani skriva uppskriftirnar niður og geva fólki høvi at keypa tær. Hetta sjálvandi í tann mun, luttakararnir í kappingini vilja tað.
Stórur áhugi
Fyri tíðina binda føroyskar kvinnur nógv, men tað tykist sum tað er serliga tað eldra ættarliðið, ið bindur skóleistar. Ása og Meiken vóna, at fáa so nógv ymisk sløg av skóleistum inn til kappingina, sum til ber. Summir skóleistar eru fínari enn aðrir, summir eru sera stuttligir og litfagrir og bara hugflogið setur markið fyri, hvussu teir skulu síggja út.
Skóleistakappingin byrjaði 1. mars, og er áhugin sera stórur. Luttakarar eru úr øllum landinum, til dømis ringdi ein kona úr Suðuroy at frætta meir um kappingina, meðan vit vóru inni í handlinum.
At enda siga tær báðar, at onki skóleistapar verður sýnt fram áðrenn nakað annað - øll verða tey hongd upp í senn.
Seinasta freist at lata skóleistar inn er leygardagin 15. apríl, og verður vinnarin funnin við atkvøðugreiðslu millum kundarnar í handlinum.