Forvitnislig vitjan úr Noregi

Í hesum døgum hevur samkoman fingið vitjan av fólki úr Vejen Bibelskole, sum liggur í Bergen.

Eitt ferðalag uppá sløk 10 fólk í aldrinum 18 til 21 ár fer hesar dagarnar og nakað inn í næstu viku at luttaka við tey vanligu tiltøkuni í hesi fríkirkjuni. Men tey fara kortini ikki bert at sita innanveggja í Hoyvík.

Tey koma at virka í og út frá samkomuni í Hoyvík. Men ætlanin er, at tey skulu fara í aðrar samkomur, og eisini út at møta fólki, tvey og tvey saman, har tey kunnu biðja fyri teimum, sum ynskja tað.
Kallið hjá hesum bíbliuskúlanum er at hjálpa øllum kristnum menniskjum inn í teirra kall og tænastu fyri at styrkja ta lokalu samkomuna.
Hetta er so eisini endamálið við Føroyaferðini, sum endar hósdagin í næstu viku.