Forvitnisligt kvinnukvøld á Toftum

Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, fer at røða um "tað góða lívið", og Sámal Ravnsfjall fer at syngja.

 

Í samband við Várdagar í Nes kommunu hesa vikuna, skipar Tofta Kvinnufelag í kvøld fyri forvitnisligum kvinnukvøldi í Tofta skúla. Tiltakið byrjar klokkan 20, og her verður mangt ymiskt á skrá.

Sámal Ravnsfjall fer at undirhalda við sangi og spæli, og Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, fer at røða um "tað góða lívið", og Beinta Dahl fer at hava eina klummu.

Á tiltakinum verður eisini mótasýning, og høvi verður at fáa sær kaffi og køkur. Fyriskipararnir siga, at atgongumerkini til kvøldið kosta 100 krónur, og tá er atgongumerkið eisini lutaseðil.

- Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið í kvøld, siga tey í Tofta Kvinnufelag.