Forvitnisligur marknaðardagur verður í Gásadali

Her verða eisini fleiri stovukonsertir, og tá kvøldið kemur, verður syngið-við tiltak í Gásadalsgarði.

Leygardagin hin 9. november verður skipað fyri marknaðardegi í Gásadali.

 

Tiltakið byrjar henda dagin klokkan 14, tá borgarstjórin í Sørvágs kommunu, sum Gásadalur er partur av, Eyð Ellingsgaard, fer at bjóða vælkomin.

 

Í tímunum frá klokkan 14 til 17 fara gásadalsfólk at selja av egnari matframleiðslu og ymiskum heimagjørdum. 

 

Á skránni verður eisini ymiskt annað forvitnisligt, og eitt nú verður ein myndaframsýning í skúlanum við gomlum myndum, eins og frásøgn verður um Reyðustovu.

 

Ongum nýtist at ganga svangur ella tystur í Gásadali á marknaðardegnum, tí í garaguni hjá Skipá kunnu fólk keypa sær bæði bollar og kakao.

 

Klokkan 15 verður skipað fyri spølum fyri børnum, og her verður eisini ponyríðing, og klokkan 16 verða spøl fyri vaksnum.

 

Á degnum verða eisini fleiri stovukonsertir.

 

Her verður lagt fyri klokkan 14.15 við Barnakórinum, Libanon, og klokkan 15 verður tað Garpar. Konsertir verða eisini við Tórfríð, Blátt Gras og Strámonnum.

 

Kvøldið í Gásadali endar við syngið-við tiltaki, sum byrjar klokkan 18.30 í Gásadalsgarði.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Tiltakið byrjar klokkan 14, tá borgarstjórin, Eyð Ellingsgaard, fer at bjóða vælkomin.