Listasavnið: Tá ið Helgi Fossádal í 2005 varð settur sum leiðari fyri Listasavn Føroya, mótmælti ein bólkur av etableraðum listarfólki starvssetanini, og ein partur av hesum listarfólkum hava síðani boykottað Listasavnið.
Høvuðsatfinningin ímóti Helga Fossádal var, at hann hevur ikki listfrøðisliga útbúgving, og tí var hann ikki egnaður sum leiðari fyri savnið, hóast hann í nógv ár hevði fylgt við í listarheiminum og hevði verið virkin í nevndum og fyriskipan av framsýningum.
- Stríð er altíð óbehagiligt fyri tey, sum eru partur av stríðnum. Eg var eitt sindur undrandi yvir, at tað skuldi verða so nógv stríð. Eg søkti starvið og fekk tað, og áðrenn tað hevði eg røkt starvið í 14 mánaðir fyri leiðaran sum var í farloyvi. Tí helt, at eg at tað var undarligt, at tað skuldi verða so nógv stríð um mín persón, tá ið eg var settur sum leiðari fyri Listasavnið, sigur Helgi Fossádal.
- Tað var eitt stórt vónbrot, at nógv av hesum listarfólkunum, sum eg hevði havt eitt ógvuliga tætt tilknýti til, høvdu so nógv ímóti mær sum persóni.
Leiðarin skal umsita
Ein bólkur av listarfólki mótmælti, at tú varð settur sum savnsleiðari, tí tú hevði ikki nakra listfrøðisliga útbúgving. Hvat sigur tú til tað?
- Listasavnið er ein lítil stovnur, tá ið hugsað verður um starvsfólk. Umframt stjóran arbeiða tvey fólk á savninum. Listasavnið hevur tørv á einum stjóra, sum hevur leiðslukunnleika og er fjølbroyttur, og tað er ikki neyðugt, at hann er listfrøðingur. Tá ið tað er sagt, so skal tað eisini sigast, ein listfrøðingur eigur verða knýttur at Listasavninum, og tað havi eg havt øll árini. Kombinatiónin við einum umsitingarligum leiðara og einum listafrøðingi er ein góð kombinatión.
Tá ið tú tókst við starvinum segði tú, at friður nokk fór at valda aftur á Listasavninum og í føroyska listaheiminum. Hvussu hevur gingist við tí?
- Tað hevur verið ógvuliga friðarligt, síðani eg byrjaði. Eg byrjaði 1. mars í 2005, og eftir at eg hevði verið til arbeiðis í ein hálvan tíma, var eg einsamallur eftir á Listasavninum, so tað var eitt sindur buldraligt fyrstu dagarnar, men eg kendi Listasavnið væl, so eg kundi stýra tí kortini.
- Um vit tosa um frið, so hevur tað verið friðarligt, men tað er nú soleiðis, at tað eru nøkur listafólk, sum ikki vilja sýna fram á Listasavninum, tí eg eri stjóri har, og tað er stórt spell. Nøkur av teimum, sum mótmæltu míni starvssetan, hava sýnt fram á Listasavninum, men tað eru nøkur, sum framvegis ikki vilja sýna fram.
Vit hava boðið øllum at verða við, men fólk hava ein frían vilja at gera, sum tey vilja.
Nøkur av teimum, sum ikki sýna fram á Listasavninum, eru profilar í føroyskari list. Er tað saknur í teimum, nú tey ikki vilja verða við?
- Tað er spell, at summi listafólk ikki vilja verða við, tá ið tú roynir at gera eina fjølbroytta framsýning. Men summi av teimum halda, at støðan á Listasavninum er óhaldbar, so leingi sum eg siti har, og tað kunnu vit ikki gera nógv við.
Gevst um tvey ár
Tú ert áramálssettur, og nú hevur tú tvey ár eftir av tíni starvstíð sum stjóri fyri Listasavn Føroya. Kundi tú hugsað tær at hildið fram eftir tað?
- Eg royni at geva so nógv, sum eg kann hesi fimm árini, og vit hava nógv spennandi fyri framman. Ein ætlan er at byggja Listasavnið út, og vónandi kann eg verða við til at seta sjøtul á tað arbeiði. Eg rokni ikki við, at eg verði har eftir hesi fimm árini. Eg haldi eisini, at leiðslan fyri ein slíkan stovn skal skiftast út, so at hon ikki situr alt ov leingi. Tað er neyðugt, tí annars fær mann eitt alt ov einstáttað Listasavn.
Hugsar tú eisini um, at tú ikki aftur vilt enda í tí stríðnum, sum var í sambandi við tína starvssetan í 2005?
- Eg eri ein sovorðin persónur, sum ikki leggur nakað í hatta stríðið. Eg havi verið ígjøgnum so nógv í mínum lívi, at hatta rørir meg ikki. Men eg eri keddur av, at hasi fólkini ikki koma á Listasavnið og ógrundað uppføra seg soleiðis, sum tey gera.