Hóast hon er bygd í tríatiárunum og ikki er ætlað ferðsluni, sum er í dag, so er eingin ætlan um at breiðka Fossábrúnna í Vestmanna. Brúgvin er nóg góð sum er, heldur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm.
Jógvan Durhuus, løgtingsmaður, hevur í einum fyrispurningi til landsstýrismannin spurt, nær brúgvin verður breiðkað og gongubreyt gjørd fram við vegnum frá brúnni og inn í bygdina. Jógvan Durhuus vísir á, at brúgvin er sera smøl og vandamikil hjá fólki, sum skulu til gongu eftir brúnni. Nógv ferðsla er á brúnni, og ikki er óvanligt at síggja fólk noyðast at skora seg upp móti rekkverkinum, tá akfør koyra eftir brúnni, sigur tingmaðurin í viðmerkingunum.
Brúgvin er landsvegur og sostatt ábyrgdin hjá Landsstýrinum. Skal hon breiðkast, er tað landsstýrismaðurin, sum skal taka avgerð um tað.
Men tað hevur landsstýrismaðurin onga ætlan um, sæst í svarinum til Jógvan Durhuus. Eingin peningur er settur av til ábøtur á brúnna, og skal hon breiðkast, má Løgtingið játta neyðuga peningin.
Landsverkfrøðingurin metir, at tað fer at kosta 1,2 milliónir krónur at gera gongubreyt við síðuna av brúnni og fram við vegnum inn í bygdina. Brúgvin sjálv eigur ikki at verða broytt, tí hon er gomul og vøkur, laðað úr gróti, sigur Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin er samdur í, at brúgvin ikki er egnað til fólk, sum eru til gongu, men hann heldur ikki, at hon beinleiðis er ein fløskuhálsur fyri ferðsluna á vegastrekkinum. Men verður vegurin inn móti bygdini breiðkaður, so eigur spurningurin um møguliga at breiðka brúnna at verða viðgjørdur av nýggjum, sigur landsstýrismaðurin.