Fosturdráp er vanlukka føroyinga

Síðstu árini hevur eitt syrgiligt tíðarrák rikið inn yvir vesturheimin. Forklædd sum mannarættindi verða alsamt fleiri fosturdráp framd við vælsignilsi frá teimum, ið burdu vart lív, læknunum.

Tíverri er hetta eisini eitt rák, ið vit kenna alt ov væl í Føroyum, har mong fólk velja tað, ið tíverri er tann lætta loysnin. Heldur enn at okkara politikarar loysa hendan alsamt veksandi trupuleika, ið kemst av vantandi føroyska lóggávu, tykist tað sum tey venda teirra blindu eygu og deyvu oyru til og latast sum um eingin trupulleiki finst. Hetta meðan eini 50 børn lata lív um árið.
Tann lætta loysnin er ikki altíð tann rætta:
Men hvørjar møguleikar hevur læknin at bjóða mammuni tá hon stendur í viðtalurúminum.
Við ongari skipan, ið kann hjálpa mammu og familjum við teimu, sosialu, fíggjarligu og øðru avbjóðingum, ið árliga drepa fleiri ófødd børn, verða tað vanlukkiliga avgerð ov oftani tikin, at drepa fostrið. Hvar eru tær skipanir og tær tænastur, ið kunna lofta einari einligari mammu áðrenn hendan avgerð verður tikin? Hví lata landsins politikarar hesu framtíðar stjónarleiðarar, vinnulívsfólk, íbirtarar, listafólk og onnur týna í tí tryggastu umhvørvinum á jørð, heldur enn at gera alt fyri at bjarga teimum? Tað at drepa barnið er ikki ein haldgóð loysn upp á trupulleikan. Lívið gongur oftast ikki bara víðari, men førir magan við sær vanlukkiligar fylgjur. T. d. úseta foreldrini seg fyri sálarligum trupulleikum av fosturdrápinum og barnið sjálvt risikerar at yvirliva miseydnaði fosturtøkuna og koma livandi út við likamligum breki.

Samfelagsligar avbjóðingar
Men tað er ikki einans fyri foreldrini og barnið at hendan avgerð hevur keðilgiar avleiðingar, men samfelagið sjálvt spælir við eld, tá vit latast sum blind yvirfyri hesum veruleika.
Tað er ein sannroynd at fyri at eitt hvørt samfelag skal veksa í fólkatali, má hvør familja føða 2,11 børn fyri at skapa eina sunna demografi. Tóat vit føroyingar enn hava eitt føðital, ið er yvir hesum markinum, hevur talið verður minkandi tey síðstu árutíggjundi og standa vit skjótt framman fyri somu avbjóðingum sum restin av Vesturheiminum.
Um vit hyggja at londunum í vesturheiminum, er tað ein ræðandi lestur. Í Usa og Kanada liggur miðaltalið á 2,04 børn, í Danmark 1,74 børn, í Onglandi 1,6 børn, í Týsklandi 1,3 børn, í Italia 1,2 børn og í Spania 1,1 børn.
Talið fyri Føroyar liggur enn á 2,45, men er fallandi. Um tann núverandi støðan ikki broytist, standa vit yvir fyri einari demografiskari vanlukku í Føroyum. Talið av børnum og pensionistum í mun til arbeiðsfør fólk verður í framtíðini so avskeplað, at samfelagið fer at standa framman fyri stórum sosialum avbjóðingum. Óhugsandi er at samfelagið fer at kunna upprætthalda tær samfelagstænastur sum tað í dag bjóðar, einans tí at tað fer at verða eitt undirskot av arbeiðsfólki.
Tann ræðandi veruleika, ið goymir seg aftan fyri hesi tøl er, at um man mótroknar talið av fosturtøkum mótvegis miðaltalinum avdúkar tað, at hesi somu lond, ið standa yvir fyri stórum demografiskum avbjóðingum, øll høvdu ligið yvir 2,11 í miðal og tískil verði før fyri at upprætthalda tað sama samfelagið, ið tey kenna til í dag. Niðanfyri eru nøkur útvald tøl:


Land miðaltal av føddum børnum fosturdráp fødd árlig um fosturdráp ikki var gjørt

USA 2,04 1mio 4 mio 2,55

Danmark 1,74 15000 60 000 2,18

Føroyar 2,45 50 640 2,47

Sum føroyingar hvílur ein stór ábyrgd á okkum øllum, ikki bara at verja hesi óseku, ið verða tikin í móðurlívinum, men eisini yvirfyri tí lækkandi føðitíttleikatalinum og harvið demografisku avbjóðingunum, ið vit koma at standa fyri um núverandi gongd ikki verður stegðað. Okkara besta boð tykist at verða at skipa so í bandi, at allir sosialir og fíggjarligir trupulleikar, ið liggja aftan fyri høga fosturdrápstalið verða loystir, so at einki barn skal missa rættin til lív, einans tí vit sum samfelag ikki høvdu ráð at bjarga tí.
Tí er hetta eisini ein áheitan á landsins kosnu um at taka stig til at loysa einum vanlukku, ið bíðar at henda. Nokk er tosað uttanum, verandi lóggávu tænir ongum endamáli og setir bæði foreldur, læknar og ikki minst barnið undir ómenniskaligar støður.
Latið okkum bjóða øllum børnum vælkomin til hendan heim.

Orðatøkini 31:8
Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt!

Harri lær okkum at standa sterk fyri tínum virðum, og hjálpa teimum veiku, har samfelagið ikki hoyrir neyðarróp teirra!
Kelda: HYPERLINK "http://www.indexmundi.com/"http://www.indexmundi.com/

Dánjal Mouritsson Joensen
Nevndarlimur í UfM og Miðflokkinum