– Eg eri aftur úr feriu og kann nú senda ikki minni enn 22.351 krónur til føroyska Frítt Val, sum arbeiðir fyri rættinum til abort til føroyskar kvinnur.
Soleiðis skrivar Pernille Skipper úr danska Eindarlistinum nú í dag á Facebook-vanga sínum.
Áðrenn summarferiuna byrjaði Eindarlistin eina innsavning til frama fyri føroyskum kvinnum, sum vilja sleppa til Danmarkar at fáa fosturtøku. Tað hava tey við, at fólk kunnu seta pening inn á eina kontu við MobilePay, sum síðani skal fara til hetta endamálið.
– Fólk hava latið alt millum 10 og 2.500 krónur. Og saman við pengunum eru boð komin sum til dømis "til mínar føroysku systrar" og "frá einum konservatinum", sigur Pernille Skipper.
LES EISINI: Hjálpa kvinnum í Føroyum til Danmarkar at fáa fosturtøku