Fótbóltssending í Televarpinum

Mynd: (Televarpið) Niels Petersen og John Andersen eru frásøgumenn á Televarpinum

Leygarkvøldið klokkan 20:00 sendir Televarpið fótbóltssending á Rás 1. Á skránni verður millum annað kjak, um hvussu nógv lið skulu vera í bestu- og næstbestu mansdeildini. Skulu tey vera átta ella skulu tey vera tíggju? Allan Mørkøre og Helgi L. Petersen kjakast.

 

Gestirnir velja eisini ársins lið, og hugt verður eisini eftir, hvør skoraði flottast málið í 2021. Hyggjarin sleppur eisini at hjálpa til við at velja ársins mál.

 

Umframt prát í sjónvarpsstovuni, hevur Televarpið eisini prátað við ymsar venjarar. Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, fer at greiða frá, at KÍ hevur størri ætlanir enn bara at vinna føroyameistaraheitið.

 

Mynd: (Televarpið) Niels Petersen og John Andersen eru frásøgumenn á Televarpinum