Aftur í ár verður skipað fyri okkara vælumtóktu uppboðsølu av list. Undanfarnu uppboðsølurnar hava eydnast sera væl. Nógv fólk hava verið til sølurnar, og hava fleiri enn 50 listaverk verið seld á hvørjum uppboði.
Tað hevur eydnast okkum at fáa fleiri av listafólkunum, sum áður hava luttikið at vera við aftur í ár. Nýggj listafólk eru eisini við hesu ferð.
Talið á listaverkum verður á leið tað sama sum áður. Listaverk, sum koma á uppboðið, eru m.a. gjørd av Hansinu Iversen, Andriasi Andreasen, Joel Cole, Ásla Rannvá Svensson, Astrid M. Macdonald, Bárði Jákupssson, Finleifi Mortensen, Birgit Kirke, Elini P. Andreasen, Astri Luihn, Fríðu M. Brekku, Tóroddi Poulsen, Marius Olsen, Hanni Bjartalíð, Hilmari Højgaard, Jón Magnus Joensen, Jórun Dánialsdóttir Poulsen, Kornelija og Blagdoje Art, Rannvá Mortensen, Mariu Smith, Pól Skarðenni, Martini Joensen, Janusi á Húsagarði, Annu Jacobsen, Lailu Mote, Edith Mørkøre, Astrid Andreassn, Silju Strøm, Zachariasi Heinesen, Eyðuni av Reyni, Kára Svensson, Tróndur Patursson, Edward Fuglø og Øssuri Mohr.
Tað gleðir okkum, at so nógv dugnalig listafólk stuðla okkum við at vera á listauppboðsøluna.
##med2##
Tiltakið “Listauppboðsøla”, er stovnað á Facebook-vanganum hjá Fountainhúsinum, har myndir av listaverkunum, kostnaður o.a verða almannakunngjørd. Fylg við á Facebook-vanganum.
Tað verður eisini møguligt at koma í Finsen og síggja listaverkini, leygardagin 3. mai, millum kl.12.00 og 14.00, áðrenn uppboðsølan byrjar kl. 14.00.
Vit bjóða kaffi og køku.
Øll eru hjartaliga vælkomin!