Frá familju og vinum til FC Midtjylland

Hanus Sørensen ætlar sær langt í fótbóltsheiminum

Ein av lyklaspælarunum á U17 landsliðnum, sum er til EM endaspælið í Kroatia í hesum døgum, er havnarmaðurin Hanus Sørensen. Hann skifti fyri kortum frá HB til ungdómsavdeilingina hjá FC Midtjylland.

 

Les eisini: Venjing í Zagreb

 

Hann hevur verið fastur fúsur í undankappingini og eisini skotið mál. Í dag var hann og vandi á Tresnjavka leikvøllinum í Zagreb í Kroatia. Hóast hann er ungur, so veit Hanus Sørensen hvat hann ætlar sær.

 

- Eg eri ein fótbóltsspælari, sum er málrættaður og eg ætli mær allan vegin. Á vøllinum dámar mær væl at spæla á framrættaðu plássunum, dribbla inn frá vonginum og skjóta, ella útfrá og so leggja innlegg, sigur Hanus Sørensen.

 

Les eisini: Søguligan ferðin er byrjað

 

Kollvelting at flyta til FC Midtjylland

Tað hevur verið nakað av eini kollvelting at flyta til Danmarkar og spæla við FC Midtjylland. Nú gongur ikki longur at hava eina minni góða venjing, og vænta at sleppa á liðið.

 

- Tað liggur nógv í at fara til FC Midtjylland. Tú skal vekk frá familju og vinum, men teir duga eisini væl at taka ímóti mær. Á vøllinum er tað eisini øðrvísi, tí tað er hørð kapping um plássini. Har nyttar einki at hava tvær vánaligar venjingar, og so halda at tú sleppur á liðið. Har er tað knallhart allatíð, sigur skjóti vongurin.

 

Hann letur væl at fyrireikingunum undan dystinum móti Skotlandi, sum verður mikudagin. Hóast føroyska liðið hevur vunnið seg víðari frá tveimum undankappingarbólkum, so er hetta nakað heilt serligt.

 

- Hetta er nakað heilt serlig. Her er nógv meiri fokus á okkum. Í undankappingini vóru ikki politistar og annað sum fylgdi okkum. Tað er týdningarmikið, at vit eru klárir. Seinast komu vit dagin fyri dystin. Tá lá okkurt eftir í beininum. Nú hava vit tveir dagar at fyrireika okkum í, so vit eru klárir til dystin móti Skotlandi, sigur Hanus Sørensen.

 

Skotland hevur ein sterkan árgang, men tað hevur føroyska liðið eisini. Teir trúgva fult og heilt upp á, at teir kunnu geva skotum skarpan gang.

 

- Vit fara eftir sigrinum og skulu í hvørtfall fáa stig. Tað verður torført, tí teir hava fingið fult stigatal og bara latið eitt mál ígjøgnum, men eg ivist ikki í, at vit klára tað, sigur Hanus Sørensen

 

U17 landsdysturin móti Skotlandi verður mikudagin klokkan 11. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.