Rakul í Gerðinum, Trongisvágur
?????????????
Er tað ikki í veruleikanum eitt fantastiskt til-boð, um fosturtøku, føroyskar kvinnur, hava fingið, frá teimum donsku, spyr Øssur Winthereig í kjaksendingini týskvøldið 19.10
Jú, avgjørt, er mítt svar til spurningin. Tað var eisini upp á tíðina, onkur miðil endiliga tók spurningin upp, ístaðin fyri, bara at endurgeva meiningarnar hjá føroyskum politikarum, ið eru ímóti tilboðnum.
Tað, at danskar kvinnur, og ein danskur politikari, eru komin við uppskotinum um, at føroyskar kvinnur skulu fáa stuðul úr Danmark, til at fáa fría fosturtøku framda har, hevur fylt alt ov nógv í tíðindaflutninginum her heima. Nú kunnu vit endiliga fáa eitt skilagott kjak í lag um fría fosturtøku, sum tað eru fleiri føroyingar, eisini politikarar, ið eru fyri.
Tað kunnu vera so ótrúliga nógvar orsøkir til, at ein kvinna velur fosturtøku. Ein orsøk eigur ikki við lóg, at vera betri enn ein onnur, sum til dømis, at lívið hjá kvinnuni er í vanda. Tá ein kvinna verður við barn, uttan at vilja tað, líkamikið, hvussu tað er hent, so er tað ikki mín ella tín, men hennara egna moralska hugsan, ið eigur at avgera,um hon skal gjøgnumførða gra-viditetin ella ikki. Tað er ongin annar, enn tann einstaka kvinnan, sum í síðsta enda eigur at gera upp við seg sjálva, um fosturtøka er rætta loysnin fyri hana ella ikki. Tí er frí fosturtøka tað einasta rætta fyri føroyskar kvinnur, eins og fyri allar heimsins kvinnur. Frí fosturtøka merkir ikki, at tað verða fleiri fosturtøkur framdar. Tað merkir bert, at tær fosturtøkur, ið verða framdar, fara fram undir virðiligum umstøðum. Harafturat átti tað, at verið ein óheftur stovnur, ið kundi ráðgivið kvinnum í slíkari støðu, uttan at royna at yvirtala tær til aðra av loysnunum, sum eisini var nevnt í kjaksendingini hjá SvF.
Øll eru vit helst samd um, at tað besta hevði verið, um ongin fosturtøka varð framd, men við verandi fosturtøkulóg, ella einum fosturtøkubanni, ger man støðuna verri fyri tey, ið eru blivin foreldur, uttan at ynskja tað sjálvi, og teirra børn.