Frágreiðingin kemur 1. desember

Eyðun Berth Jacobsen váttar, at menn eru í gongd við at byggja eina trygdarmiðstøð í Klaksvík. Hann metir tó ikki, at orsøk er at órógvast hjá teimum, ið standa fyri Brandskúlanum við Áir, men hann vil ikki siga stórvegis áðrenn 1. desember, tá arbeiðsbólkur kemur við eini niðurstøðu í málinum. Hann er sjálvur við í bólkinum

Í blaðnum í gjár kom fram, at Brandskúlin við Áir ikki enn er latin aftur, tí myndugleikarnir hava sett arbeiðsbólk at loysa málið áðrenn 1. desember, og skúlin letur ikki aftur áðrenn hetta er avgreitt.

Orsøkin til, at skúlin skal lata aftur er, at peningur vantar til manning og eitt gassanlegg. Eisini er ónøgd við, at virksemið, ið skúlin fæst við, verður lagt ymsastaðni í landinum. Havnin hevur etablerað seg á Sundi og nú byggja klaksvíkingar trygdarmiðdepil.

Formaðurin í Nevndini fyri Brandskúlan við Áir, Eli Davidsen, segði við Sosialin í gjár, at um klaksvíkingar taka brandvenjingina til Klaksvíkar, so tekur hetta 30 % av inntøkugrundarlagnum frá Brandskúlanum, og so kunnu teir tað sama gevast norðuri við Áir.


1. Desember

Eyðun Berth Jacobsen á Sjóvinnufyrisitingini vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið, tí hann er við í nevndini, ið tey 3 avvarðandi stýrini hava sett at finna eina loysn á málinum. Loysnin skal finnast áðren 1. desember.

- Vit royna at savna øll sjónarmiðini og koma so við einum úrsliti 1. desember, sigur Eyðun Berth Jacobsen.

Eyðun Berth Jacobsen, ið varðir av Trygdarmiðstøðini í Klaksvík, sigur, at hóast miðstøðin kemur í Klaksvík, so fara teir framvegis at keypa tænastur frá skúlanum við Áir, menn bara ikki í sama mun, sum í dag.

Trygdarskeiðið, sum er í Klaksvík, keypir í dag tænastur frá Brandskúlanum við Áir.

- Talan er um at hava hetta inni í trygdarskeiðnum í Klaksvík, men talan er ikki um nakran brandskúla í Klaksvík sum so. Teir hava framkomna útgerð við Áir til eldsløkking og roykkaving. Í Klaksvík verður bert talan um grundleggjandi eldsløkking, ið sjómenn læra, sigur Eyðun Berth Jacobsen.

Hetta merkir, at skal ein næmingur hava meira innlit, enn bert grundleggjandi eldsløkking, so skal viðkomandi á skúlan við Áir.

Hvat úrslitið verður av kanningini, og um tað, at trygdarskeiðið í Klaksvík fyri sjómenn nú fer undir at undirvísa í grundleggjandi eldsløkking, tekur grundarlagið undan Brandskúlanum við Áir, fæst eftir øllum at døma ikki at vita, fyrr enn 1. desember.