Frá Heródesi til Pilatus

Orðatakið er kent, og skilligt er, hvaðani tað stavar. Hesir vóru teir menn, Jesus varð sendur ímillum, áðrenn teir fingu tikið seg saman at døma hann. Í grundini tordi hvørgin teirra at taka avgerðina, og annar vaskaði at enda alment hendur sínar fyri at vísa fjøldini, at hann hevði so einki skeivt gjørt

Orð og myndir:
Edvard Joensen
Jerusalem
????????
11. partur

Her sótu teir onkunstaðni hvør í sínum húsi, hesir báðir høvdingarnir, sum hvørgin tordi at taka eina avgerð, ið fór at avgera lagnuna hjá tí manni, sum teir fingu sendandi hvør sínum lagi. Fluttur ímillum av einum óðum mannaskara, sum østur var upp til at krevja blóð.
Tað er einki at ivast í, at í Jerusalem hava verið hundraðtúsundir av fólki hesar dagarnar. Her eru komnir jødar úr øllum landinum og uttaneftir eisini at halda páskir. Og ivaleyst hava eisini onnur, sum ikki hava hildið jødiskar páskir, verið her. Eitt nú keypmenn, sum eru komnir at vinna pening burtur úr allari hesi rúgvuni, her er stúgvað saman.
Hvør veit, um ikki onkur útróðrarmaður ella fiskasaltari frá bygdunum við Genesaretvatnið eisini var her. Teir skuldu væl selja sín fong onkunstaðni. Og hvar kundi vera meira hugsandi at fáa góðan prís enn har, nógv fólk kom saman? Eisini høvdu rómverjar hersett landið, og til eina slíka hátíð hava teir uttan iva sent eyka hermegi inn í býin fyri at halda skil á.
Og einki er at ivast í, at her hevur verið sum í Grindavísuni, at ».....Her hersker bulder og larm og raab, forvirring over al maade.«
Landshøvdingin
Vit vita úr evangeliunum, at rómverski landshøvdingin í Judea hesa tíðina æt Pontius Pilatus.
Hesin maðurin er líkasum farin eitt sindur aftur um í søgubókunum, tó at hann ivaleyst verður tann einasti, vanlig fólk fara at minast, tá spurt verður um slíkar. Tí hava hendingarnar í Jerusalem á páskum hetta árið syrgt fyri.
Pontius Pilatus gjørdist prokurator, ella landshøvdingi, sum evangeliini og vit nevna hann, í Judea í árinum 26 eftir okkara tíðarrokning. Hann sat í hesum starvi í 10 ár, vita søgumenn at siga. Hann var bara ein vanligur embætismaður sum so, hvørs næsti yvirmaður sat í Sýria. Soleiðis hevði hann ikki beinleiðis ábyrgd yvir fyri Rom.
Hesin rómverski guvernørurin hevði fast tilhald í Cæsarea við havið. Ein blómandi handilsbýur, sum lá úti við Miðjarðarhavsstrondina norðanvert har, Tel Aviv er í dag.
Men tá stórar hátíðir vóru, har nógv fólk savnaðist, sum eitt nú á páskum, plagdi hann at fara til Jerusalem. Júst tí, at okkurt kundi henda har, sum kravdi hansara hjáveru.
Pilatus hoyrist lítið um soleiðis annars í søguni. Onkur hevur undrast á, hvør hann var fyri ein, og hvussu tað bar til, at hann var endaður sum landshøvdingi í hesum landinum, har hann fyri okkum vestaneftir kom at fáa ein rættilig avgerandi leiklut. Maðurin tykist ikki at vera nakar sterkur leiðari. Heldur kanska ein undstøkkingur, sum av øðrum ávum enn dugnaskapi er endaður her.
Pontius Pilatus var giftur vð konu, sum nevndist Claudia Procula. Og at hon var abbadóttir gamla keisaran Augustus, hevur ivaleyst verið viðvirkandi til tað starv, hesin maðurin fekk.
Pilatus var helst ein sleikjari, sum stóð seg væl við ein annan sleiskan og slímutan fýr, sum gekk í Rom og varð sagdur at vera einasti maður, Tiberius keisari hevði álit á. Hann nevndist Sejanus, og verður sagdur at hava verið ein reinur bandittur.
Ein av hesum durkdrivnu, yvirvinarligu og smílandi »personagunum«, sum tú ongantíð gjøgnumskoðar, verður skrivað um hann. Hann sleiskaðist og kreyp fyri keisaranum og var ein reinur lúshundur móti øllum, sum komu honum tvørt fyri ella royndu at nærkast keisaranum á nakran hátt.
Tiberius var fullkomuliga blindaður av hesum manni og lat hann gera, sum hann vildi. So langt fór keisarin sum at reisa standmyndir av honum í leikhúsum og torgum í Rom.
Slíkur var vinmaðurin hjá Pilatusi. Og so fer ein at hugsa um, hvørt okkara góði Pontius kanska hevur lært onkrar snildir av honum.
Hann hevur verið fullgreiður yvir, at jødar hataðu hann og ynsktu hann longri burtur enn bara til Rom. Men einki tordu teir at gera honum. Og hann tordi heldur ikki at gera teimum nakað. Her stóðu tveir partar og skákaðu hvønn annan.
Soleiðis var skilið í hesi leguni. So Pilatus vildi gera alt, hann var mentur, fyri at sleppa undan at døma ein jøda, sum stór mannfjøld hevði hildið seg afturat. Hann stóð ivaleysa veikur kortini.
Kongurin
Heródes familjuna kenna vit sum kongar í Judea. Men orðið kongur er í so høgt sett. Teir vóru meira at kalla smáir fúrstar.
Gaman í ráddi hin gamli Heródes yvir stórum parti av Jødalandi. Men tað var av náði frá rómverjum. Sama var við synunum, sum fingu landið býtt sínámillum. Archelaus, Antipas og Filip.
Tað er Heródes Antipas, vit hoyra um á páskum, eins og tað eisini var hann, sum lat Jóhannes Doyparan avrætta. Ella meira var lumpaður til tað av eini útspekuleraðari kvinnu.
Heródes Antipas var helst ikki nakar beinleiðis óreinum maður, soleiðis, sum faðir hansara, Heródes Mikli, verður lýstur at hava verið. Heldur var hann veikur og lættur at manipulera við.
Antipas skifti konuna út við bróðurkonu sína Heródias. Konan, hann var giftur við, var dóttir arabarakongin Areta, og tað kostaði so Heródesi aftur í seinna enda, tí hesin arabarin gloymdi ikki ta skommina, at dóttirin var skift út.
Men tað fór heldur ikki óátalað afturvið aðrastaðni, at Heródes Antipas helt saman við bróðurkonuni. Jóhannes Doyparin var eirindaleysur í sínum ákærum móti teimum. Og tað bøtti hann eisini fyri við lívinum.
Heldur ikki Jesus tordi hann av sínum eintingum at døma. Lukas sigur, at tá Heródes sá Jesus, gjørdist hann ógvuliga glaður, tí han væntaði at síggja okkurt tekin frá honum. Hann hevði eisini fyrr roynt at fáa orð á Jesus, vita vit frá evangeliunum. Men líka mikið hvat hann segði og gjørdi, svaraði Jesus honum ikki aftur.
Kroystur av jødaprestunum við høvuðsprestinum á odda sendi hann so Jesus aftur til Pilatusar, sum eisini smeyg sær undan síni ábyrgd og vaskaði hendurnar, eftir at hava gjørt tað, hann varð kroystur til, men ikki ætlaði kortini. Hann tordi tó ikki annað av ótta fyri prestunum.
Heródes Antipas stóð eisini fyri falli, og varð seinni av keisaranum Caligula sendur í útlegd. Areta fekk sína hevnd yvir versonin, sum varð sendur til Lugdunum í Gallia. Tað er Lyon. Herodias fylgdi manninum út í søgunnar mjørkatám. Í felag fóru tey leiðina vestur í Romverjaríkið, har Heródes seinni varð tikin av døgum.
Her standi eg
So standi eg her. Vi endan á Via Dolorosa. Á takinum á eini kirkju, sum bygd er yvir tey støðini, har ætlanin var, at alt skuldi fáa ein enda, men sum tvørtur i móti varð byrjanin til ta stóru søguna, vit í dag kenna. Oman yvir Golgata.
Eg líti meg íkring og hugsi mær til, hvat hesi fólkini hava sæð, sum fyri umleið 2000 páskum síðan hava staðið her. Tey hava ivaleyst ikki verið so upptikin av útsýninum hiðani, men meira av teimum, sum hingu her á krossaðum trøum og píndust. Onkur so illa, at hann doyði skjótt, og aðrir meira spakuliga, so teir máttu lamløstast fyri at fáa lívið av teimum.
Men hóast nútíðar ferðavinnufólk og onnur, sum áhuga hava í tí, greiða gjølliga frá, hvar hetta og hitt hendi, eri eg so mikið tortrúgvin, at eg ikki bara góðtaki tað uttan nakað.
Eg minnist meg hava lisið, at sagt varð um býin, at her skuldi ikki liggja steinur eftir á steini. Og soleiðis hevur lagnan eisini lagað tað. Meira enn einaferð.
Kortini hevur ein rætt til at ímynda sær, hvussu tað hevur verið, tá alt hetta fór fram.
Her eru gamlir múrar, sum bygdir eru uppaftur. Onkur á fornaldar grundir. Aðrir aðrastaðni. Men ivaleyst hava teir líkst kortini.
Tak nú Davidstornið. Kanska líkist tað borgini, har Jesus hevur verið inni til avhoyringar. Hvør veit, um ikki Pætur, stakkalin, hevur sitið og snorað uttan fyri ein slíkan múr, meðan sólin reis, og hanin gól, so lystiliga? Hetta ólukkudýrið, sum so bragdligur hevði verið nakrar tímar frammanundan, men nú var undanstøkkingur burturav. So ógvuliga menniskansligur.
Nógv verður gjørt burtur úr at vísa á júst tey støðini, har hendingarnar eru farnar fram. Tað eru eisini fólk, sum fult og heilt trúgva, at her var tað. Og so er tað gott hjá teimum.
Onnur vísa bara øllum frá sær og siga, at tað passar ikki. Tey um tað.
Men tað er spennandi at fylgja søguni, har hon er farin fram, hóast umstøðurnar eru heldur broyttar. Harraguð. Soleiðis er tað allastaðni. Einki stendur í stað. Heldur ikki umhvørvið. Tað er væl ein spurningur um trúgv, hvat vit halda um hetta, sum vit hoyra og síggja.
Og halda vit okkum til tað, sum sagt verður, er ikki so torført at ímynda sær tað, tá tú einaferð kemur á geografiska staðið, hóast tað er fullkomuliga broytt í útsjónd hesi tveytúsund árini.