Seinasta hond verður nú løgd á fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin ímóti Ungarn. Eftir venjingina leygardagin fekk FSF Varpið orðið á Lars Olsen, Hall Hansson og Viljorm Davidsen.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF-Varpið
Hallur Hansson hevði ísposa á beininum, tí Fróði Benjaminsen av óvart kom til at sparka hann. Hoyr Hall Hansson greiða frá hendingini.
Í seinastu undankapping spældu Føroyar tvær ferðir ímóti Ungarn, og báðu ferðirnar endaði við teprum sigri til ungarar, sum í summar spældu seg heilt til áttandapartsfinaluna í EM-endaspælinum.
Tað er tí einki at ivast í, at tað verður ein stór avbjóðing, sum bíðar okkara landsliði týsdagin. Men kortini eru venjari og spælarar við gott mót, og trúgva veruliga uppá, at vit aftur hesaferð kunnu geva Ungarn ein skarpan gang, og vónandi fáa stig - helst øll trý.
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum, sum verður týskvøldið klokkan 19.45. Rás2 byrjar at senda klokkan 16.