TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við kollfirðingin, Fríða Weyhe, aftaná javnleikin 25-25 (13-11) ímóti Montenegro í EM-undankappingini fyri U20 manslandslið í hondbólti, sum er í Sveis í hesum døgum.
Fríði Weyhe greiðir frá hví tað eftir hansara tykki ikki var nóg mikið við sjey sekundum at tryggja føroyska liðnum ein 26-25 sigur í allarseinastu løtu.
Fríði Weyhe heldur, at tað, sum gjørdist føroyska liðnum serliga dýrt var, at teir føroysku spælararnir brendu ov nógvar fríar málmøguleikar. Eins og Áki Egilsnes ásannar Fríði Weyhe, at tað gekk av skriðuni at steðga montenegrianarunum, tá teir við tveimum strikuspælarum fingu fleiri mál.
Í morgin klokkan 16 spælir føroyska liðið ímóti Makedonia. Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum á Rás2, og Pole Hansen verður viðmerkjari.