Flestu bilar byrja tilveruna sum konseptbilar, ið verða sýndir fram á altjóða bilaframsýningum, har tey vitjandi fáa høvi at siga sína hugsan um bilin. Síðan verður støða tikin til, um bilurin skal framleiðast og hvørjar broytingar og justeringar skulu gerast, áðrenn hópframleiðslan byrjar, og teir fyrstu bilarnir kunnu koyra av samlibandinum.
Fleiri bilar verða ongantíð til annað enn konseptbilar, tí teir verða einans brúktir sum grundarlag fyri einum ella fleiri bilmodellum hjá verksmiðjuni. Seat Salsa er ein slíkur. Bilurin sá fyrstu ferð dagsins ljós í 2000, tá hann varð sýndur fram á Genéve Motorshow. Tvey ár seinni var hann aftur at síggja á eini bilaframsýning í Madrid. Hesaferð var hann nakað broyttur.
Úrslitið kenna vit í dag. Bilurin hevur verið nýttur sum grundarlag fyri nýggja design-stílinum hjá Seat, fyrst kom Seat Altea, síðan Toledo og nú fyrst í árinum kom Leon. Allir líkjast teir konseptbilinum Seat Salsa.
Tann sum hevur staðið á odda fyri nýggja stílinum er kendi italski bildesignarin Valter de Silva, sum kom frá Alfa Romeo til Seat. Síðan hevur hann sett síni fingramerkir, so tað sæst aftur í nýggju Seat bilunum, sum hava fingið sín egna sermerkta stíl. Valter de Silva er í dag designstjóri hjá Audi-group, har hann er við til at designa bilar sum Audi, Lamborghini og Seat.
Seat eru spanskir Volkswagen, á sama hátt sum t.d. Skoda eru kekkiskir Volkswagen.