Frálíkt fótbóltsveður í kvøld

Veðurstovurnar eru samdar um at veðrið verður av tí allar fagrasta í kvøld.

 

So er tað í kvøld, at størsti dystur nakrantíð verður leiktur í Føroyum. Vit hava havt nýkrúnaðar heimsmeistarar á vitjan fyrr og stórlið sum Frakland og Týskland, men eingin stjørna á sama støðið sum Cristiano Ronaldo.

 

Líkt er til, at tað verður ein góð fótbóltsløta á Tórsvølli. 

 

Norsku veðurstovurnar Yr og Storm eru báðar samdar um, at tað verður skýggjað, men turt, kanska fer at sirma. Hitin verður um 11 stig, og tað verður eitt gul av suðri, um 7 ella 8 m/s.

 

Íslenska veðurtænastan Belgingur er eiðasør um, at tað verður turt. Tað verður um teir 7 ella 8 m/s av suðri, og um 8 hitastig. Tað verður tó skýggjað, so sólin sæst neyvan. 

 

Danska veðurstovan DMI er tann mest neiliga og boðar frá, at tað verður skýggjað og támut, og í løtum regn. Hitin verður millum 9 og 13 stig og tað verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av suðri.