Í summum førum var tað sum at hoyra gamla forsætisráðharran, men í øðrum førum ljóðaði hann sum fullveldisvongurin í Føroyum. Harvið prógvaði hann, at hann meistrar at sigla millum vandaskerini, sum onkuntíð eru millum londini í ríkisfelagsskapinum.
Frælsi og ábyrgd eru lyklaorð fyri stjórnina ? eisini í ríkisfelagsskapinum, segði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, tá Fólkatingið varð sett týsdagin.
? Tað er sjálvsagt, at eitt fólk roynir at menna sín egna samleika. Tað er sjálvsagt, at eitt fólk vil avgera sína egnu lagnu. Tað er sjálvsagt, at eitt fólk vil ráða sær sjálvum sum mest. Og tað er eisini tað besta, at avgerðir verða tiknar so tætt við tey fólkini, sum tær viðkoma, segði Anders Fogh Rasmussen.
Tí er stjórnin eisini sinnað at ganga ynskjunum hjá bæði Grønlandi og Føroyum á møti um at yvirtaka fleiri málsøki. Men afturvið frælsinum fylgir ábyrgdin, og tað merkir minni stuðul úr Danmark og størri evni at vinna pening sjálv, segði Fogh.
Slóðbrótandi lóg
Anders Fogh Rasmussen kallaði yvirtøkulógina, sum verður løgd fram í komandi fólkatings- og løgtingssetuni, slóðbrótandi. Epokegørende. Stjórnin fer í samsvari við avtaluna, sum løgmaður og forsætisráðharrin undirskrivaðu á Tvøroyri, at skjóta upp eina lóg, sum gevur Føroyum møguleika at yvirtaka eina røð av nýggjum ábyrgdarøkjum.Forsætisráðharrin heilsaði eisini sjálvstýrisynskjunum í Grønlandi vælkomnum. Grønlendska sjálvstýrisnevndin hevur skrivað álit, sum leggur upp til nýskipan av grønlendsku viðurskiftunum við Danmark.
Eftir øll orðini, sum gingu landsstýrinum í Føroyum og Grønlandi á møti, kom so beinleiðis talan um, at danska stjórnin kortini heldur tað vera best, um ríkisfelagsskapurin heldur fram í verandi líki.
? Vit føla, at tað eru so sterk søgulig, mentanarlig og persónlig bond millum Føroyar, Grønland og Danmark, at framhaldandi samhald innan fyri ríkisfelagsskapin er tað náttúrliga. Men ríkisfelagsskapurin er ikki tvingsil. Og hann má ikki verða ein spennitroyggja. Vit skulu áhaldandi endurnýggja ríkisfelagsskapin í samsvari við tíðina, segði Anders Fogh Rasmussen í sínari setanarrøðu í Fólkatinginum týsdagin.
Ivast í yvirtøkulóg
Føroyski fólkatingslimurin, sum er mest í andstøðu til danska forsætisráðharran, hoyrdi lítið nýtt í røðuni og helt hana vera eina andsøgn.
? Hann segði tað, sum ein og hvør danskur forsætisráðharri fer at siga til eina og hvørja tíð. Føroyingar mugu gera upp við seg sjálvar, hvat teir vilja, segði hann, men samstundis ynskti hann Føroyar og Grønland í ríkinum. Tað helt hann vera náttúrligt, men tað stóð í logandi andsøgn við alt tað, hann annars segði um at standa á egnum beinum, frísinni og frælsi. Hann letst at vera liberalur, men hann er bundin av donskum statsáhugamálum, tá tað kemur til stykkis, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Samstundis er Tórbjørn Jacobsen farin at ivast í yvirtøkulógini, sum løgmaður og forsætisráðharrin rósa til skýggja. Fólkatingsmaður Tjóðveldisfloksins er farin at óttast fyri innihaldinum og ætlar sær í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina í Føroyum at spyrja nærri til lógina.
? Hvar er substansurin? Tað kundi eg hugsað mær at vita. Trupulleikin er, at føroyingar eftir øllum at døma ikki eru samdir um, hvat skal standa í yvirtøkulógini, og okkurt bendir á, at onkur flokkur hevur trupulleikar av eitt nú løgregluni. Tað er forkastiligt, um ein sjálvstýrissamgonga í Føroyum ikki so frægt sum megnar at semjast um ein yvirskipaða yvirtøkulóg, sigur Tórbjørn Jacobsen.