SJÒNVARP
Tað eru tøl fyri manningahýrur á nótaskipum í 2001, sum í hesum døgum fáa danskar politikarar at seta spurnartekin við blokkstuðulin til Føroya.
Danska sjónvarpsrásin TV2 heldur fast við sítt.
- Vit kundu kanska verið meira nágreinilig og sagt, at tølini vóru fyri nótaskip í 2001, men vit taka einki aftur, sigur Lotte Mejlhede, undirstjóri á TV2 tíðindadeildini.
Tað varð í innslagnum, sum TV2 sendi mánakvøldið, sagt, at føroyskir fiskimenn við teimum stóru skipunum forvunnu 664.000 krónur árliga eftir skatt.
Tølini hjá TV2 eru fingin til vega frá heimasíðuni hjá Føroya fiskimannafelag, verður sagt.
Formaðurin fyri Felagið nótaskip, Atli Hansen, sigur, at í 2001 vóru átta nótaskip í flotanum. Síðani er talið av skipum minkað til sjey.
- Í alt hevur manningatalið verður umleið hundrað mans fyri øll skipini. Harav hava kanska 70 mans forvunnu hasa miðalinntøkuna, sigur Atli Hansen.
Atli Hansen leggur afturat, at 2001 var eitt av teimum góðu árunum, sum nótaskipini upplivdu í árunum 1999 til 2002.
Tøl frá Føroya Fiskimannafelag vísa, at fiskimenn við nótaskipum mynda 6% av samlaða manningatalinum við ?stórum? skipum. Hetta merkir, at hvør fimtandi fiskimaður við stórum skipum siglir við nótaskipum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Einki skeivt
Lotte Mejlhede heldur sum sagt fast við, at tey ikki hava gjørt nakað skeivt í innslagnum. Við Útvarp Føroya sigur hon, at innslagið varð gjørt fyri einum mánaði síðani, og tá vóru tey feskastu tølini, ið vóru tøk, nýtt.
Men Òli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, heldur, at grundleggjandi journalistisk prinsipp eru brotin.
- Tá mál av hesum slagnum stinga seg upp, so eigur tú sum journalistur at ansa ótrúliga væl eftir, at alt er rætt, sum tú ber fram, sigur Òli Jacobsen.
Tíðindakvinnan Line Geertsen, sum hevur gjørt innslagið, hevur sett seg í samband við Òla Jacobsen og Føroya Fiskimannafelag. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á henni. Òli Jacobsen sigur Íblásturin til innslagið kom frá einari grein í Berlingske Tidende um skattalætta og blokkstuðul fyrst í juni, ið nógv óivað minnast.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Danir fáa fyrimunir
Í innslagnum hjá TV2 verður róð framundir, at orsøkin til, at føroyskir fiskimenn kunnu vinna sær so nógvan pening er skattalættin til sjómenn, sum verður fíggjaður av blokkstuðulinum.
Hvørki Atli Hansen ella Óli Jacobsen halda nógv um, at hesir táttir verða koplaðir saman á henda hátt.
- Nótaskipini høvdu nøkur góð ár. Og tað høvdu tey havt við ella uttan nakran blokkstuðul, sigur Atli Hansen.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur somuleiðis, at tað ikki er rætt at gera sær tílíkar niðurstøður.
Òli Jacobsen vísir eisini á, at danskir fiskimenn ikki eru heilt fyriuttan skattafyrimunir. Danskir fiskimenn hava eisini ein skattalætta og aðrar fyrimunir, sigur Òli Jacobsen.