Í mong ár hevur amerikanski skíðarin, Bodo Miller, verið partur av alpinu heimselituni, men nú hevur hann hug at royna seg í tennis – enntá í US Open. Hetta letur seg gera, tí amerikanska tennissambandið ætlar at royna eitt »realty-líknandi« konsept við 16 innleiðandi kappingum kring alt USA. Og her hevur Bodo Miller óivað ein møguleika, tí á ungum árum var hann statsmeistari í tennis í Maine.