Seinnapartin leygardagin verður ein rættiliga forvitnislig konsert í Hoyvíkar kirkju.
Tá fer nýstovnaða Gøtu kirkju Ungdómskór at framføra nakrar av teimum sangunum, sum tey hava glett so mong onnur við hesar seinastu mánaðirnar.
Á skránni fyri konsertina eru bæði rútmiskir og klassiskir sangir, og sum verða væl stjórnaðir av Símuni Hammer, ið sjálvir virkar sum organistur við Gøtu kirkju.
Til kórið er ein bólkur mannaður, har Petur Martin Johannesen spælir klaver og orgul, meðan John Eliasen spælir bass og Martin Rúni Joensen trummur.
Konsertin í Hoyvíkar kirkju byrjar klokkan 15. Sama kvøld skal kórið aftur syngja í Fríðrikskirkjuni á Toftum klokkan 19:30 og sunnudagin klokkan 16 í Gøtu kirkju.
Gøtu kirkju Ungdómskór varð stovnað á heysti í fjør. Kórið er fyri ung millum 14 og 28 ár.