Fróstrósir í íslendskum sjónvarpi

Fróstrósu konsertin við Eivør, Sissel Kirkjebø og hinum divunum varð send í íslendskum sjónvarpi á Nýggjárinum, men føroyski sjónvarpshyggjarin má bíða leingi, áðrenn hann sleppur at síggja sendingina, um hann nakrantíð sleppur tað.

Tónleikur

Fyrst í desember stjól Eivør Pálsdóttir myndina á Frostrósu tiltakinum í Reykjavík um árskiftið sendi íslendska sjónvarpið tiltakið.
Tiltakið savnaði nakrar av fremstu divunum í Evropa, Eleftheria Arvanitaki, Patricia Bardon,
Ragnhildur Gísladóttir og Sissel Kirkjebø og Eivør Pálsdóttir, saman við gestunum Petula Clark og Jóhann Friðgeir Valdimarsson. Tiltakið fekk gott pláss á størstu sjónvarpsrásini, tí hjá sjálvum Ríkisútvarpinum. Sendingin byrjaði gamlaárskvøld kl. 23.30 og eftir ein lítlan steðg í sambandi við árskiftið, helt sendingin fram kl. 00.05.
Sendingin liggur ikki enn á heimasíðuni hjá íslendska Sjónvarpinum, úr Sjónvarpinum í Føroyum verður sagt, at talan er um tiltak við jólasangum, og av hesi orsøkhava tey valt ikki at keypa sendingina á hesum sinni, tí jólini eru farin afturum. Tó er ein møguleiki fyri, at Sjónvarpið velur at keypa sendingina til komandi jól.
Eftir konsertina valdu bæði Morgunblaðið og Seð & Heyrt Eivør at vera ta bestu av evropeisku divunum.