Frá halli til yvirskot

Hóast Vága Floghavn fyri ein stóran part er eitt byggipláss, nú nýggj farstøð verður bygd, er vindur í seglunum, so floghavnin aftur í fjør hevði eitt gott úrslit. Tað vísir ársroknskapurin, sum varð lagdur fyri aðalfundin í Vága Floghavn í vikuni.

Ferðafólkatalið um flogvøllin í Vágum setti met, umframt at nettosølan ongantíð hevur verið størri, og ársúrslitið bleiv 4,3 milliónir krónur fyri skatt, sum var níggju milliónir betri enn í 2012, tá talan var um eitt hall upp á 4,3 milliónir krónur.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Jákup Sverra Kass, stjóra í Vága Floghavn.