Frá móttøkufólki til stjóra

Hon byrjaði sum móttøkufólk, í mánadagin byrjar hon sum stjóri

– Eg eri uppvaksin í einum matriarkati. Systir mín, mamma mín og eg búðu hjá ommu, tá eg var barn, og tær hava verið fyrimyndir fyri meg, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen, sum í nógv ár hevur kempað fyri javnstøðu millum kynini. Mánadagin byrjar hon sum stjóri í Listasavni Føroya.

 

Í Sosialinum hesaferð er samrøða við Solveig Hanusardóttir Olsen:

 

»Á SPROTANUM OG MÓÐURMÁLSORÐABÓKINI KANN man leita sær fram fyribrigdið megnarmaður, men man kann ikki beinleiðis finna fram til megnarkvinna.

 

Megnarkvinna er bert at finna sum samansett orð, undir megnar-, ella sum umsett til enskt og danskt. Lýsingarorðini í føroysku orðabókini fyri megnar sum hjáorð, eru ‘framúrskarandi, frálíkur, magnandi....’ Sum næstsíðsta hjáorð áðrenn –skald stendur –kvinna.

 

Møguligt er, at megnarmaður er frá fornmálinum, og at maður í hesum føri er felagsheiti fyri kynini. Tó so vilja vit í hesi greinarøð um Megnarkvinnur fegin bjóða hesi lýsing av við at lýsa, hvat ein megnarkvinna kann vera. Hendan greinarøð snýr seg sostatt um at seta sjóneykuna á ymsar kvinnur, ið á onkran hátt kunnu lýsast sum verandi framúrskarandi, frálíkar og mangt afturat.

 

Hesa vikuna tosa vit við Solveig Hanusardóttir Olsen, ið er 36 ár, og er fødd og uppvaksin í Havn.«

 

##med2##

 

Í blaðnum er eisini samrøða við Óla Hammer, sum fyllir 80 ár hósdagin og heldur stóra veitslu í tí sambandi.

 

Óli Hammer er føddur í Oyndarfirði 4. juli í 1944, har familjan búði fyrstu fimm ár hansara. Pápin Hendrik var úr Oyndarfirði, og mamman Jona var frá Norðskála.

 

– Tað mesta sum eg minnist til Oyndarfjørð er, tá eg var og ferðaðist, sigur Óli.

 

Familjan flutti til Havnar í nýggj hús, sum tey høvdu bygt í Jákups Nolsøes Gøtu, tá Óli var fimm ára gamal í 1950, so har vaks hann upp.

 

Pápin fekk starv hjá Strandferðsluni, tá tey komu til Havnar, sum mask- inmaður við gomlu Rituni.

 

– Sum eg havi skilt tað, so var mamma ikki so væl fyri, og tá Oyndarfjørður lá so avsíðis uttan vegasamband og var brimpláss, og hon kláraði ikki at ganga um fjøll. Tí ynskti hon at flyta, men hon búði so í Oyndarfirði í eini 10 ár av sínum yngru árum, sigur Óli.

 

– Í Havn treivst familjan væl, og tað frættist eisini, at vit fluttu fyri at systir mín og eg skuldu fáa betri skúlagongd. Men skúlin var ongantíð mítt, sigur Óli Hammer.

 

Hann gekk í skúla hjá nonnunum í Havn og seinni í Realskúlanum.

 

– Tað bleiv eitt kompro- mis, at eg skuldi í realskúla, tí tað var slett ikki tað, sum eg vildi. Eg vildi sleppa til skips, greiðir Óli Hammer frá.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldara kunnu kunnu lesa blaðið á netinum á sos.fo