Frá Prinsessu Dianu til Maurice Papon (1. partur)

Gunnar Hoydal hevur verið í Fraklandi síðani í summar og skrivar um verðina, sum hon sæst við fronskum eygum beint nú. Um fronsku fjølmiðlarnar, um ta jagstraðu prinsessuna, um arbeiðsloysið og gekkarnar í politikki, um Maurice Papon, heiðursmannin ella bølmennið. At enda um Komorurnar, ein lítlan, fjarskotnan oyggjabólk í Indiska Havinum.

 

Hvat er verðin? Tað er tað lítla, sum er beint uttan um teg, og sum tú sjálvur kanst nerta við og tosa við. Og so er tað tað stóra inni í heysinum, orðini og myndirnar, sum floyma inn yvir teg uttanífrá, streymurin av tíðindum og lýsingum, alt tað, sum tú lesur, hoyrir og sært av tí, ið onnur halda vera umráðandi at fáa fram.Mín lítla verð hevur í seinastuni verið ein lítil býur millum Marseille og Toulon við Miðalhavið, og tann stóra verðin hevur verið fronsk, soleiðis sum hon sæst og hoyrist í teimum fronsku bløðunum, útvarpi og sjónvarpi. Havi í nakrar mánaðar gingið hvønn morgun til bakaran og keypt eitt langt og klænt franskbreyð frá ungari konu, hyldlig og nýbakað at síggja til. Onkuntíð havi eg kløkt hana við at biða um okkurt annað, eitt myrkt breyð ella eina kaku, men eri so fallin aftur til tað sama, og vit hava skilt hvønn annan uttan nógv orð. Haðani tvey spor til blaðbúðina beint við, og millum alt, sum har er at velja í, hava orðini verið fleiri, tí tíðindini eru nýggj og stór hvønn morgun, og hjá tí forvitna er nógv at fregnast um og frætta.

Dagbløðini hanga tøtt sum á seiðatrøum í stórum rimaverkum, ið kunnu snarast runt og vendast við, og tá kemur allur riðilin fram: La Provence, Var-Matin, La Marseillaise, sum eru bløð hiðani úr landspartinum, og tey stóru bløðini fyri alt landið, Le Figaro, France-Soir, Le Monde, l?Humanité. Summi bløð eru tung sum ein ólukka og hava onnur bløð innan í sær, lýsingabløð, mótabløð, vøruroyndir sum sápu og parfumu. Hvønn dag síggjast menn taka hesi bløð úr rimunum og missa burtur úr teimum, liggja so bannandi á knøunum at fáa tað hoyggjað saman aftur, men tað er vónleyst at fáa alt lagt rætt íaftur. Summir keypa so fløkjuna, sum hon er, aðrir tveita alt frá sær, rópa okkurt ilt til handilsmannin og fara út við gron.


Sjónvarpið

Tá er lættari at fáast við sjónvarpið. Har eru 6 ymiskar landsrásir, umframt allar serrásirnar, sum krevja gjald og serliga útgerð, skulu tær kunna síggjast inni í stovuni. Hjá teimum flestu man kortini vera nóg mikið við teimum seks vanligu, tí har verður sent á teimum øllum frá klokkan 6 á morgni til klokkan 2 og 3 um náttina. Tann eina rásin leggur dent á samfelag og mentan, annars líkjast tær sum tann eini vatndropin líkist øllum hinum dropunum. Tær senda somu lýsingar, skráírnar fylgjast, tað er fast, at eftir tíðindini og lýsingarnar millum klokkan 8 og 9 á kvøldi verður filmur sendur. So kunnu tey fronsku húskini, ið hava etið nátturða til tíðindini og vaskað upp til lýsingarnar, seta seg afturá samstundis og velja millum 6 ymiskar filmar, franskar ella útlendskar við franskari talu. Tað ræður um at hyggja í eyguni á leikarunum og ikki á munnin, tí varrarnar ganga ein heilt annan veg enn orðini.

Einasti munurin á teimum ymisku rásunum tykist at vera andlitini, ið koma á rútin. Sum tað skilst á bløðunum, er tað útsjóndin og medferðin hjá upplesarunum og sjónvarpsvertunum, ið er tað avgerandi fyri fjøldina av franskmonnum. Er tað hasin ella handan, sum verður í kvøld? spyrja tey, áðrenn tey trýsta á knøttin, og rásirnar keypa og selja fólk ímillum sín, nakað sum tá ið fótbóltfeløgini keypa og selja stórspælarar.

So eru tað gekka- og gituspølini. Hvønn fyrrapart, og nøkur kvøld við, hava allar rásirnar um somu tíð hesi spøl við sjónvarpsstovunum fyltum við áskoðarum, sum klappa og flenna, meðan verturin rópar og øsir seg og fer heilt upp í topp, sum skal hann fáa avgongu hvørja løtu. Tað má vera møðsamt at skula vera so lukkuligur so leingi og hvønn dag. Ein serliga dugnaligur vertur var har ímillum. Tvey lið skuldu kappast og gita eitt tal, og hann vísti við fingrunum niður fyri seg tað rætta talið eftir loyniligari avtalu við annað liðið, fekk síðani ein part av tí stóra vinninginum aftaná. Nú harmast fólk, at hann er koyrdur, tí hann var tann lukkuligasti av øllum.


Útvarpið

Franska útvarpið hevur somuleiðis stórt tal av rásum, men tær hava býtt tilfarið ímillum sín. Ein hevur bara tíðindi, ein bara bókmentir og list, ein rútmiskan tónaleik, ein klassiskan, ein er um ítrótt, ein um bilar og ferðslu, allar við lýsingum hvørja løtu, tíðliga og seint. Hetta við lýsingum vindur bara upp á seg, og tær verða meira og meira harðmæltar. Tað er sum ein sjúka, ið etur innan úr fólki. So ger kroppurin mótstøðu, og sjúkan má finna sterkari løg. Hendan dagin frættist, at tann fría kappingin millum telefonfeløgini nú var komin so langt fram, at ein minuttur av lýsingum kann verða settur inn millum hvørjar tveir minuttir av vanligari samrøðu. Afturfyri kann felagið bjóða lægri prís fyri hvønn minuttin. Sjónvarpið tosaði við fólk, sum høvdu roynt hetta, og tey lótu væl at. Tað ræður bara um at hava tol og ikki lurta, tá ið lýsingarnar eru. Tað er akkurát sum við sjónvarpinum, løgdu tey afturat.


Bløðini

Heilt nakað fyri seg eru vikubløðini, damubløðini og serbløðini, tung og lokkandi, prentað á blankt pappír. Einki evni tykist at vera, sum ikki er nóg áhugavert til at kunna halda einum serblaði uppi, um tað so er at binda flugur upp á sílatráður ella at ala hundalond rætt til góða matgerð. Stóra evnið er kortini tey ríku og tey vøkru, tey kendu fólkini og heimsins stjørnur, og hetta tilfarið er so stórt, at her er ikki nógmikið við tjúkkum vikubløðum, her má tann gula pressan ella gølupressan hjálpa til fyri at metta tey svongu dag um dag.

Paperazzi kallast her tað serliga slagið av blaðfólki og fotografum, sum ganga í hølunum á teimum kendu dag og nátt fyri at fáa eina mynd ella eina søgu. Tey arbeiða saman, siga hvørjum øðrum frá og hava samband við fólkini uttan um stjørnurnar, løna tænarum á hotellum og náttklubbum, veiða í bólkum og leypa á í senn. Tey, ið skriva, eru her tey smáu í flokkinum, fáa kanska eina tonn í onkrastaðni og skræða frá, so at sterkari tenn sleppa framat. Teir veruligu harrarnir eru fotografarnir, og her verður skotið við kanónum. Tær stóru linsurnar kunnu draga til sín hvønn flugulort hinumegin eina gøtu ella skjóta alt niður, sum flytir seg nakrar kilometrar burturi. Tólini hanga uttan á bilum og undir tyrlum, tey síggja í myrkri og í øllum veðri. Her er verulig kríggsútgerð uppií, og tað er ikki úr avlopsgoymslunum aftan á kalda kríggið, men nýggj vápn, ið verða ment allatíðina. Tann rætta myndin kann seljast fyri milliónaupphæddir í heimsins sterkastu gjaldoyrum, her er tað tann fría kappingin, ið ræður einsamøll í einum markleysum dreymalandi.


Diana

Inn á henda marknaðin og mitt í landsins høvuðsstaði varð knappliga ein sunnumorgun tveitt veruligt kjøt og blóð. Allar sjónvarpsrásir strikaðu sínar vanligu skráir og høvdu sersendingar um vanlukkuna í biltunlinum undir Alma-brúnni í París. Bretska prinsessan hevði um náttina roynt at flýggja frá sínum paparazzi, men ein floti av motorsúkklum elti bilin hjá henni til vanlukkan hendi. Tá ið løgreglan kom á staðið, vóru fotografarnir allastaðni og tóku myndir uttan um og inn í tann sorlaða bilin.

Tann syndarliga vanlukkan hevur síðani verið eitt gullnám hjá serbløðunum, hvønn dag og hvørja viku við nýggjum, stórum yvirskriftum. Varð Diana fyribeind? Stóð bretska kongshúsið aftanfyri? Var prinsessan við barn? Hví græt bretska drotningin ikki? Hvussu er ella ikki, so kann neyvan nøkur søga hugsast, ið kundi givið gølubløðunum so stóran fong sum hetta. Her var alt, blátt blóð, reytt blóð, ungdómur, ríkidømi, vakurleiki, vald, svik, sorg, deyði.


Pressufrælsið

Eisini tey álvarsligu bløðini hava fingið nógv at skriva um, og tey seta fram spurningar. Hvussu langt eigur tíðindafrælsið at fara? Er eingin verja nakrastaðni, og eigur ikki at verða sett mark ímillum almenna upplýsing og reina spekulatión? Tað fjórða statsvaldið, sum so nógv vakurt verður skrivað um, vaktargarðurin um fólkaræðið, eftirlitið við misbrúki hjá myndugleikunum, hvat er henda frælsa pressan, tá ið hon eisini framleiðir fólk sum hesar paperazzi?

Spurningarnir standa eftir, men svarini eru fá og veik. Fronsk lóg er til, ið skal verja heimalívið hjá fólki, men tað vísir seg, at myndugleikar og dómstólar eru ógvuliga varnir við at brúka lógina, fyri ikki at fáa pressuna ímóti sær. Fjølmiðlarnir er eitt veruligt vald, og vald hevur lyndi til at finna annað vald. Meira hetta vald veksur, ikki minst peningaliga, minni verður hugurin hjá myndugleikum og embætisverki at koma hesum valdi tvørt fyri. Tey sakarmál, ið hava verið, hava næstan bara einstaklingar reist, og sjálvt um saksøkjararnir í flestu førum hava vunnið og fingið endurgjald, so hava sakarmálini kortini verið so drúgv, kostnaðarmikil og pínufull hjá teimum órættaðu, at tað er ein spurningur, um nøkur lógarverja er til í roynd og veru.

Og gølubløðini svara aftur, at tey hava góða samvitsku. Tey nøkta ein tørv. Tá ið fólk eru svong, keypa tey breyð, og eingin finnur uppá at revsa bakaran, um tey eisini keypa kakur og eta heming á seg. Fólk roykja og drekka, sjálvt um tað standa bæði tvey og trý deydningahøvd á pakkanum ella fløskuni. Fólk eru forvitin. Tey keypa tey litaðu bløðini at forvitnast. Sum tekningin i Le Figaro av konuni vísti: Hon er í náttkjóla, nýliga komin úr songini, hárjørnini til purlurnar standa uppfrá. Sigur so við mannin, sum skal fara eftir nýbakaðum hjá bakaranum: »Og gloym nú ikki at keypa hasi ræðuligu bløðini, har bølmenni, sum átti at sitið føst fyri lívið, smyrja allar tramans lygnir saman um hampafólk.«


Tíðindi

Tíðindi, hvat er tað, tá ið samanum kemur? Her eru hvønn dag stórar ferðsluvanlukkur. Ein bussur við marokkanskum arbeiðsmonnum fór út av brúgv á motorvegi niður á annan veg beint undir, 12 deyð, 60 løstað. Í vikuni fyri var ein harmonikusamanstoytur við býin Rouen, 10 deyð, 7 illa farin. Her koyrir hvør so skjótt, sum til ber, og uppskotið um at taka koyrikortið frá fólki, ið koyra meira enn 50 kilometrar oman fyri loyvdu ferðina, er aftur fallið í tinginum. Vitni sá tvey fólk fara úr bili ta seinnu vanlukkuna og missa høvdið, hálshøgd av bili, sum kom aftanífrá við óðamannaferð. Tað fær umtalu í ein dag, so er tað liðugt. Afturat koma allar tær smáu vanlukkurnar, tvey ella trý deyð í senn. Nakrar fáar reglur eru settar aftarlaga í bløðini, útvarp og sjónvarp taka tað ikki upp. 26 fólk doyggja í meðal hvønn dag í fronsku ferðsluni, tað hevur einki tíðindavirði. Men ein prinsessa!

Aftarlaga eisini ella kanska í miðjum blaði eru smáir stubbar úr Algeria. 60 fólk, mest konur og børn eru skotin, stungin ella høgd til deyðis, nakað meira enn í gjár, men ikki so nógv sum fyrranáttina ella í síðstu viku. Eisini her er tíðindavirðið avmarkað, tað er innanhýsis mál í hesum fyrrverandi franska hjálandinum, gott vit eru sloppin haðani, hugsa fólk. Og so eru tað arabarar og muhammedsmenn, lat teir berjarst. Men eru sakleysir ísraelsmenn dripnir í sjálvmorðsatsókn, so krevur heimurin palestinensiska fólkið til svars í stórum greinum við viðmerkingum frá fleiri stúrandi stjórnum, og tíðindini koma eisini á framsíðirnar her. Tá er ørskapurin øðrvísi týðandi. Tí har eru vit í parti.

Tíðindi, tá ið saman um kemur, er tað, sum hevur áhuga hjá lesarum, lurtarum og síggjarum. Tað er ein vøra, og tað man vera vónleyst at krevja rættvísi, javnvág ella bara sakliga framløgu á einum marknaði, sum skal bera seg og geva vinning. Sjálvt tey gløggastu og mest samvitskufullu tíðindafólkini verða noydd at velja eitt sjónarmið, ein vinkul, sum kann fanga, og blunda so við øðrum eyganum, tá ið tey hyggja inn í upptøkutólið. Aftan fyri tað eygað, sum blundar, eru tey øll meira og minni paperazzi, soleiðis sum tíðin krevur tað. Tey eru noydd at hugsa um marknaðin og starvið.


Greinin endar í 2?aranum komandi leygardag