Tað fara at ganga nakrar vikur, áðrenn umsitingin hjá landsstýrismanninum við mentamálum, Bjørn Kalsø, kemur við nakrari frágreiðing um avtaluna, sum Kringvarp Føroya og smápartafelagið Fjølvinna við Kára Durhuus høvdu um nýggjárssendingina, ið varð send í sjónvarpinum.
Longu áðrenn sendingin fór í luftina varð staðfest, at senditíð var til sølu í almenna Kringvarpinum. Kortini aftraði landsstýrismaðurin seg við at fara inn í málið.
– Eg havi biðið mína umsiting um at koma við eini frágreiðing, segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við mentamálum dagin fyri gamla árskvøld í fjør. Hann kundi í sama viðfangi upplýsa, at hesa frágreiðingina fekk hann neyvan fyrr enn nýggja árið var byrjað – og tað er tað nú vit skriva 3. januar.
Aðalstjórin í mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, sigur nú, at henda frágreiðing ikki kemur fyrsta dagin.
- Tað fara at ganga nakrar vikur, áðrenn vit koma við nakrari frágreiðing, sigur hann.
Hann vísir á, at tað eru fleiri partar í málinum, eitt nú Kringvarp Føroya og Fíggjarmálaráðið, sum skulu hoyrast.
- Hjá okkum er umráðandi, at vit kunnu seta okkum væl inn í málið. Vit eru eisini farin undir hetta, men tað ganga nakrar vikur, áðrenn nøkur frágreiðing er klár, ger Poul Geert Hansen greitt.