Vánalig tøkni, illa skipað arbeiðsgongd og arbeiðssteðgir á fronskum flogvøllum er orsøkin til ein triðing av øllum seinkingum hjá flogførum í Europa.
Tað vísir ein frágreiðing, sum franskir myndugleikar hava gjørt, og sum The Guardian endurgevur.
Seinkingarnar í Fraklandi kosta europeiskum flogfeløgum umleið 2,2 milliardir um árið.
– Vit eru langt aftan fyri okkara grannalond. Okkara tøkni er avoldað, sigur Vincent Capo-Canellas, tingmaður í Frakland, við The Guardian. Hann hevur staðið á odda fyri kanningini av fronsku flogvøllunum.
Seinastu árini hava franskir flúgvileiðarar fleiri ferðir niðurlagt arbeiði fyri at fáa betri arbeiðsumstøður og betri tøkni at arbeiða við.
Europeisk flogfeløg hava javnan heitt á franskar myndugleikar um menna sínar flogvallir, men hóast Frakland síðani 2011 hevur brúkt 15 milliardir krónur til íløgur í flogvallirnar, hevur tað ikki bøtt avgerandi um støðuna, og útlit er fyri enn fleiri seinkingum, tí flogferðslan umvegis Frakland økist støðugt.