Fraklendingar sova upp á sigurin

Ætlanin var, at franska landsliðið skuldi fara úr Føroyum beinanvegin eftir síðsta bríksl á Tórsvølli í dag.

Men eftir nógvu ferðingina og rimmar sigurin er franska landsliðið framvegis í Føroyum. Teir hvíla seg og taka sær av løttum í kvøld. Í morgin klokkan 9 fer leiguflogfarið úr Vágum, og tá fara tankarnir hjá fraklendingum at savna seg um dystin ímóti Litavia mikukvøldið.

Skarprættarin Thierry Henry fegnast um sigurin í dag og um nógvu málini:

- At eg nú havi skorað eins nógv mál sum Michael Platini er fantastiskt. Michael var millum bestu fótbóltsspælarar yvirhøvur í søguni og tað er framúr kensla at hava rokkið sama máltal sum hann.

20 ára gamli Ben Arfa umboðaði fyri fyrstu ferð Frakland, og hann skoraði eitt mál. 19 ára gamli Benzema spældi fyri fimtu ferð. Hann skoraði tvær ferðir, og Thierry Henry segði seg fegnast um góðu gongdina hjá nýggja ættarliðnum:

- Eg eri sera fegin um, at ungu menninir skoraðu her í Føroyum. Vit hava útinnt tað, sum vit ætlaðu her, og nú hugsa vit um mikudagin og Litavia.

Frakland og Litavia fara at spæla í Nantes mikukvøldið. Í Fraklandi verður nógv gjørt burturúr, at Thierry Henry eftir at hava skorað eina ferð í Føroyum mikukvøldið hevur møguleika á heimavølli at gerast besti málskjútti hjá Fraklandi nakrantíð.