Kári Davidsen
Tú Kári vart rættiliga firtin inn á tey, sum í síni tíð høvdu fingið Hoyvíkarsáttmálan sáttmála í lag við íslendingar, tí at vit ikki dugdu eins væl og teir móti ES. Í útvarpssamrøðuni vísti tú m.a. á ”regluligar fundir”. Eisini kunnaði tú um ”forðingar”, sum vóru í sáttmálanum, sum bert vóru galdandi fyri okkum, meðan íslendingar vóru serkønir í ”proteksjonismu”, soleiðis at tað bert er einvegis ferðsla fyri vørur. Annað, sum tú nart við, var ”manglandi lógarverk”, at føroyingar vóru ”góðtrúnir”, eisini lá veldigt fjall av reglum fyri framman.
Hetta brotið hóskar so sera væl til míni viðurskifti við teg sum formann í Orðabókagrunninumí fyrru helvt av 2007. Eg rann sum sviðin kattur á regluligar fundir við teg og nevndina, har eg fekk ein dunga av sáttmáluppskotum, men, tá ið avtornaði, spurdist einki burturúr, tí tú pakkaði sáttmálauppskotini við forðingum, soleiðis at einki kom burturúr. Mentamálaráðið hevur ført ein proteksjonismupolitikk yvir fyri hesum grunni við tær sum formanni, har tit hava fingið orðabókahandrit fyri einki, sum man vera sera kappingaravlagandi fyri tey privatu forløgini. Men fyri einki fæst jú einki. Í so máta passar líkningin væl.
Ongin ábyrgd nakrastaðni og ongar avleiðingar.
Eina góða viku seinni letur aftur tú ilt av tær hesa ferð í bløðunum í blaðgreinini ”Skunda sær spakuliga”, tí Smyrilsmálið nú sambært tína tulking var komin í rangastrúpan á onkrum. Tú vísir so vísiliga á: ”Vit hava rættiliga stranga stýrisskipan. Hon sigur greitt, at útreiðslur skulu játtast fyrst; síðani kann peningur brúkast.” Men tú tegir so snildisliga við tí logiska, at eitt úrslit skal spyrjast burturúr.
Henda grein er ikki ørindaleys. Tú hevur nú í samfull 5 ár sitið sum formaður í Orðabókagrunninum, har tú og nevnd hava bølt oman á 4 orðabókahandritum. Tvey hevur tú arvað frá undanfarnu nevnd(um), meðan tvey hevur tú verið so bláoygdur ella góðtrúgvin at tikið ímóti, tí Mentamálaráðið við Peturi Petersen, aðalstjóra, og fráfarna deildarstjóra, Jóannesi Dalsgaard, ikki megnaðu at loysa teirra orðabókasetning. Tí var lagamanni at látast blíður og blaka svartaper við ábyrgdina yvir á onkran annan, teg, so vóru teir báðir leysir av tvørleikunum, sum teir høvdu lagt lunnar undir.
Kostnaðin av hesum orðabókahandritum havi eg víst á fyrr í greinum, og eg geri tað fegin enn eina ferð.
1) Tøknifrøðiliga orðabókin hevur fingið stuðul frá oljufeløgum, sum eg metti til upphædd millum 300.000 og 500.000 kr Um eg fór skeivur, so bað eg at verða rættaður, men enn er so eingin rætting komin, tí meti eg tølini í fyrstu atløgu at vera rímiliga røtt. Mentamálaráðið hevur latið 125.000 kr til hetta orðabókahandrit, sum also hevur kostað uml. 500.000 kr., og sum eftir meiri enn 10 árum framvegis liggur í hálvagekki, hví Kári á Rógvi?
2) Føroyskt–danskt orðabókahandrit hevur fingið 0 kr sambært svarið, sum Mentamálastýrið læt Løgtinginum upp á fyrispurning frá Jenisi av Rana. Men sambært skjalið frá sama stovni, Mentamálaráðnum, er hetta ósatt, tí Mentamálaráðið lá á upplýsing um, at hetta orðabókahandrit hevði fingið meira enn 1 milljón krónur, og sum eftir stívliga 10 árum framvegis liggur í hálvagekki, hví Kári á Rógvi?
3) Ulf Timmermann fekk høvi at fara undir Føroyskt–týskt orðabókahandrit anno domini 2000, men tað tykist, sum um einki lógarverk hevur verið smíðaðt. Tí anno domini 2008, tvs. 8 ár seinni og tann føroyski skattgjaldarin 1.89 milljónir fátækari, er framvegis eingin orðabók, sum eftir meiri enn 8 árum framvegis liggur í hálvagekki, hví Kári á Rógvi?
Hevði tað ikki verið upplagt, at tit báðir Petur og Jóannis, at tit løgdu treyir við, soleiðis at vit vóru tvingaðir til eitt samstarv, fyri at vit báðir hjálptust at, men tykkum báðum so líkt vegna tvørrandi fakligan førleika á hesum øki, so lótu tit okkum sita í sjálvdrátti.
4) Johnny Thomsen hevur síðan 2001 sitið við einum Russiskt – føroyskum orðabókahandriti. Hetta sama handrit hevur skattgjaldarin latið heilar 1.9 milljónir fyri, sum eingir næmingar eru til í skrivandi løtu, og sum eftir meiri enn 7 árum framvegis liggur í hálvagekki, hví Kári á Rógvi?
Leggja vit nú hesar upphæddir saman, so er samlaða talið 5.29 milljónir, sum tú Kári á Rógvi varðar av. Men av tí tú situr í einum sokallaðum sjálvsognarstovni, situr tú har enn, tú vilt ikki finna durafjórðingin, men satst tú í einum veruligum privatum felag, vart tú blakaður til hús. Men tú skalt fáa eina plastikkfjøður í hattin frá mær fyri avrikið, sum er ein netútgáva av Móðurmálsorðabókini. Men hon er ein beta-versjón av Móðurmálsorðaskjáttuni.
Kári á Rógvi legg frá tær og tak nevdina við tær, tí tú ert eitt haft um beinini á øllum orðabókapolitikki, meðan Mentamálaráðið er steinur oman á byrði á sama økinum.
Tí heitti eg á teg Kristinu Háfoss, 8. mentamálaráðharra hesi seinastu 10 árini, har 7 hava verið úr Tjóðveldi, og har tað enn bert hevur bragdað í Tobba, um at taka annað skinn um bak. Mentamálaráðið hevur fingið uml. 9.5 milljónir frá Løgtinginum til orðabókagerð. Hvat er peningaupphæddin nýtt til, og hvar eru orðabøkurnar. Verða báðar upphæddirnar (1.5? + 9.4. kr ) lagdar saman, so táttar henda upphædd í 11 milljónum krónum til orðabókagerð.
Kristina Háfoss kanna málið.
Hetta skúlaárið er nú farið aftur um bak. Vit skulu eftir summarfrítíðina inn í eitt nýtt skúlaár. Tað er tá, at tær nýggju orðabøkurnar skulu keypast. Men Kári á Rógvi og Kristina Háfoss, her eru ongar føroyskar orðabøkur at keypa hjá Føroya ungdómi, har almennur stovnur stendur sum útgevi. Hesi 10 seinastu árini hava verið ein vanlagna, fyri ikki at skriva katastrofa, vanlukka ella okkurt verri. Tað má kunna seyra inn onkunstaðni, at hesin leistur til orðabøkur, sum hevur verið nýttur í hetta vanlukkuliga tíðarskeið, má sleppast.
Tað líkist púrasta ongum, at henda greipan, Orðabókagrunnurin og Mentamálaráðið kunnu halda áfram við teirra einræðispolitikki. Báðir stovnar verða stýrdir av løgfrøðingum, sum bert tykjast at hava lógargreinir í heilunum, men als einki hjarta fyri føroyska málinum.
Árið er hálvrunnið, Kári á Rógvi. Í fjør skrivaði tú 2007, at orðabøkur vóru væntandi á marknaðin. Hetta árstal varð so broytt til 2008 fyri somu orðabøkur, men nú stúri eg fyri, at somu orðabókahandrit verða bert dagførdar til 2009 - ella hvussu?
Her havi eg í skjótt 20 ár finglast við eitt orðabókahandrit, sum Jóannes Dalsgaard hevur megnað í 10 ár at lagt fótonglar fyri. Og mín sann, um ikki Martin Næs hevur tikið sama tátt upp eftir sínum undanmanni. Hann hevði kjansin at bróta upp úr nýggjum, men valdi ta løttu loysini – hvat gjørdi undanmaðurin, soleiðis geri eg. Hesin sálamoniski úrskurður skuldi taka heilar 5 vikur at avgreiða, tí so sá tað út av nøkrum. Hesin sami hevur fingið 940.000 kr til orðabókagerð í ár, men um Føroya Løgting ikki skjótt sær ítøkilig úrslit á hesum øki, so verður tað noytt til at gera lógir og reglugerðir á hesum øki, so at stjórar og leiðarar ikki sleppa at dusa sær við privatum tulkingum.
Til Kristina Háfosser sum løgfrøðing. Er tað so torført at tulka hetta svarið til Jenis av Rana frá Mentamálaráðnum: Ad. 3: Vanlig mannagongd er, at Mentamálaráðið fær umsóknir frá høvundum ella forløgum, og tað stendur øllum í boði at søkja um studning til orðabókagerð. Tað er ein vanlig fortreyt, at umsóknin verður latin inn, áðrenn verkætlanin byrjar. Hinvegin er einki til hindurs fyri, at studningur verður útgoldin til liðugt orðabókahandrit, um høvundur ella forlag ynskir hetta, og handritið annars lýkur grundleggjandi faklig krøv. (Undirstrikað av mær).
Tað er, sum um hesir umrøddu persónar eru av teirri áskoðan, at orðabókarithøvundar dingla í hvørjari grein.
At Kári, Petur, Jóannes, Martin og nú Kristina við kundu hugsað sær at eg dinglaði í einhvørjari grein, verður av ongum. Tí so frægt havi eg fingið við, at vit liva í einum rættarsamfelag, og tí í fyrra lagi hava vit enn skrivifrælsi við ábyrgd, og í øðrum lagi ætli eg mær eina tíð framyvir at vera tykkara ringa samvitska, til orðabøkurnar eru komnar væl ávegis ella upp á pláss, t.e. í taskur, teldur ella telefonir.
Tey privatu forløgini hava sýnt annað hegni. Tey hava megnað at givið Føroya fólki 4 orðabøkur. Tú, Kristina, og Tobbi hálovaðu teirra avrikum t. 22.02.08 úti í Lærarskúlaavluni, men eitt er víst, vit koma ikki víðari við at standa og tøva við føgrum orðum fyri framd avrik. So Kári á Rógvi hetta at skunda sær spakuliga kann ikki sigast um teg og tína orðagrunsnevnd, tí tá gongur kortini framá, men hjá tykkum gongur tað ikki fyri seið, kvinkar ikki um fliðuna, ella tað gongur ikki tvey fyri eitt.
Enn er eingin orðabók í eygsjón.
Her lades alt håb ude.
Er eingin skommin skapt í skøltum?
Kristina Háfoss. Greinin hjá Kára á Rógvi stóð undir liðini á aðrari grein í Sosialium, sum nevndist ”Nú skal ruddast upp” Gott í teg, ger hetta til títt motto. Vís at tú torir at rudda upp í hesi orðabókasuggu.
Fleiri av undangongufólkum tínum sum mentamálaráðharrar vóru fólkaskúlalærarar, og tí áttu teir at havt ein serligan áhuga og innlit í at fingið nakrar av hesum orðabókum loystar úr lagdi. Men ikki ein teirra stendur fyri heilari orðabók. Hetta kann bert Tobbi av øllum 8 breggja sær av – enn.
Hvussu við tær, Kristina Háfoss, mentamálaráðharri? Ætlar tú at sita líka eiðasør sum hini 7 av 8 ráðharrum á orðabókaøkinum við orðunum: ” Skal eg fara við tómum hondum?” eftir lokið skeið!?