FraMúr Avrik

Tá FMA tiltakið leygarkvøldið varð hildið í Norðurlandahúsinum, fekk føroyskur tónleikur aftur ein pall og eitt forum, har tónleikurin kemur til heiður og í fyrstu røð

Miðlahúsið, Kringvarpið og Norður­landa­húsið skipaðu leygarkvøldið í felag fyri stóra FMA tiltakinum, Faroese Music Avards.
Vit høvdu á sinni Prix Føroyar og vit høvdu Planet Awards. Men mangar hava røddir­nar verið frammi um, at tað líkasum mangl­aði okkurt – okkurt veruligt.
Við flotta FMA tiltakinum leygarkvøldið er av álvara stig tikið rætta vegin. Kósin var beinanvegin sett og stílað var høgt. Eitt stórt tiltak í bestu kørmum, og fylgjast kundi við í loftmiðlum og á netinum. Og Norður­landahúsið hevur røttu karmarnar, og legg­ur eisini upp til, at fólk koma væl ílatin. Og hóast talan ikki júst var um eitt sonevnt galla­kvøld, so høvdu tey flestu hugsað seg eitt sindur um, innan tey fóru frá húsum.

Ljóðleysir ljóðmenn
Innstillaðu tónleikararnir og útgávurnar vóru býttir sundur í ymsar heitisbólkar, og ein vinnari skuldi so finnast millum tey innstillaðu nøvnini. Til bar senda sms og at­kvøða á tann hátt, og ein dómsnevnd var eisini knýtt at hvørjum heitisbólki.
Skráin var drúgv, tí umframt mongu heiðurslønirnar í teimum ymsu heitisbólkunum, so vóru eisini tón­leika­fram­førslur millum handanirnar.
Men væl var skipað fyri, tí tiltakið gekk sum eftir ánni, hóast talan var um nógv pallskift og nógv fólk, sum skuldu inn og út av pallinum.
Góða ljóð- og pallmanningin var líkasum ein náttúrligur partur av kvøldinum, og uttan hóva­sták duga hesir – ljóðleyst, og uttan at ein av álvara varnast teir - at gera tað so, at alt er til reiðar og kann halda fram, so sum skráin ber boð um. Hetta var flott at síggja leyg­ar­kvøldið. Og vertirnir knýttu alt so væl saman, og onga løtu var talan um, at nakað ken­d­ist tungt ella at okkurt ikki riggaði, sum tað skuldi.
Og ein eigur ikki at gloyma tey, sum handaðu, tí tey vóru á palli, sum høvdu tey ikki gjørt annað.
Í alt eitt gott og flott tiltak, sum hevur tyngd, og sum avgjørt fyllir eitt hol í tón­leika­lands­lagnum, ið hevur staðið gapandi tómt. Eitt savnandi tiltak, bæði so og so, tí her er eisini talan um, at stóru miðlarnir samstarva, og eisini fremsta mentanarstað í Føroyum. Fyri­reikarar og luttakarar eiga takk fyri eitt fram­úr avrik.
Talan hevur verið um at gera ymsar broyt­ing­ar til eitt komandi FMA. Hetta er gott á tann hátt, at so vita vit, at hetta ætlandi verð­ur eitt afturvendandi tiltak, men eisini tí at óivað kann okkurt gerast øðrvísi. Men hin­veg­in skal ein ikki pilka ov nógv við okkurt, ið rigg­ar.

FAKTA UM FMA
Fyriskiparar: Miðlahúsið, Kringvarp Føroya, Norðurlandahúsið.
Vertir: Barbara Holm og Eyðfinn Jensen
Arbeiðsbólkurin handan FMA: Sunleif Rasmussen (valdur av tónleikaumhvørvinum), Ólavur Larsen (valdur av tónleikaumhvørvinum), Eyðfinn Jensen (Kringvarp Føroya), Fróði Vestergaard (Norðurlandahúsið) og Barbara Holm (Miðlahúsið)
Samskipari: Rólant Waag Dam (valdur av arbeiðsbólkinum).

Dómsnevndir:
Popp-bólkurin:
Niels Uni Dam
Eyðfinn Jensen
Hergeir Eldevig
Guðrun Sólja Jacobsen
Elin Brimheim Heinesen

Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk-bólkurin
Sólarn Solmunde
Ragnar A. Jacobsen
Jógvan Andrias Joensen
Jónleif Jensen
Theodor E. D. Olsen

Opin-bólkur:
Ivan Niclasen
Eyðun á Lakjuni
Pauli Hansen
Unn Patursson
Lív Næs

Ársins live bólkur/einstaklingur:
SMS-atkvøður burturav

Ársins tekstur:
Arnbjørn Ó. Dalsgaard, ritstjóri í Vencil
Oddfríður Marni Rasmussen, ritstjóri í Vencil

Ársins videolag:
Hans Petur Hansen, Kringvarp Føroya
Jan Berg Jørgensen, Klippfisk
Sámal Jákup Jakobsen, Føroysk Filmsfólk
Joel Cole, Føroya Listaháskúli og Faroese Academy of the Arts
Sigga Vang, Watch that Film!

Ársins húsi:
Niels Arge Galán, Felagið Samskiftið
Michael Koba, Felagið Samskiftið
Jan Berg Jørgensen, Felagið Samskiftið

Arbeiðsbólkurin:
Valdi Ársins framleiðara, Ársins nýggi bólkur/einstaklingur, Ársins átak og Ársins tónleikaheiður.

Stuðlar: Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Mentamálaráðið, Vágs kommuna, Tvøroyrar kommuna, Poul Michelsen Heilsøla og Føroya Bjór
VINNARAR Á FMA
Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk bólkur
Ársins sangari/einleikari:
Jón Aldará
Ársins bólkur/einstaklingur:
Týr
Ársins fløga:
Týr – Valkyrja
Ársins sangur:
Marius og Svavar Knútur – Tokan

Opin bólkur
Ársins einleikari/bólkur:
Kvartettin í Betesda
Ársins fløga:
Eivør – Skrímslið, lítla systir mín
Ársins lag/verk:
Eivør – Lurta nú

Popp bólkur
Ársins sangari:
Hallur Joensen
Ársins songkvinna:
Greta Svabo Bech
Ársins fløga:
Byrta – Byrta
Ársins sangur:
Døgg Nónsgjógv – Tú tók mína hond
Ársins bólkur/einstaklingur:
Byrta
Ársins nýggi bólkur/einstaklingur
Byrta
Ársins tekstur:
Jóanes Nielsen – Lívið er júst, sum tað er
Ársins framleiðari:
Baroli Music
Ársins átak:
Hoyma
Ársins tónleikaheiður:
Simme
Ársins videolag:
Greta Svabo Bech – Broken Bones
Ársins húsi:
Týr – Valkyrja
Ársins live bólkur/einstaklingur:
Swangah

Á pallinum framførdu hesi:
Jóannes Andreasen, Jens Marni Hansen, Marius, The Absent Silver King, Kári Sverrison, Hallur og Kristina, Kamarkórið, Leila av Reyni, Allan Tausen, Reduce to Ash, Lover Lover, Døgg Nónsgjógv, Cantabile og Hanus G. Johansen.