Tað var eitt misjavnt kvøld fyri føroyingarnar í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Tað sum er alt avgerandi fyri liðini í bestu deildini er at enda millum átta tey fremstu liðini tá grundspælið er liðugt, so ein sleppur víðari til endaspælið.
Liðið hjá Allani Norðberg, Áka Egilsnes og Nicholas Satchwell, KA tapti á heimavølli í kvøld 27-32 fyri Stjørnuni. Stjarnan var á odda 17-16 í steðginum. Stóran part av dystinum var Áki Egilsnes mansvardur, men hann megnaði kortini at skora fýra mál. Allan Norðfoss skoraði eitt mál. Nicholas Satchwell hevði níggju bjargingar, meðan málverjin hjá Stjørnuni, Adam Thorstensen hevði 15 bjargingar.
KA er nú eitt stig frá sera týðandi áttanda plássinum.
Komandi hóskvøld spælir KA á útivølli móti Haukum, ið er oddalið.
Liðið hjá Rógva Dal-Christiansen og Vilhelmi Poulsen, Fram vann 29-23 á ÍR á útivølli. Í steðginum var Fram á odda 18-14. Vilhelm Poulsen skoraði trý mál fyri Fram í kvøld.
Tað gjørdi góðan mun, at málverjin hjá Fram, Lárus Helgi Ólafsson hevði eitt bjargingarprosent uppá 40 prosent.
Fram er nummar seks í deildini, men bert eitt stig omanfyri níggjunda plássið.
Komandi hóskvøld tekur Fram ímóti ÍBV.
Støðan í Ólisdeildini:
Lið | Dystir | Málmunur | Stig |
Haukar | 15 | 426:362 | 25 |
FH | 15 | 441:405 | 21 |
Afturelding | 15 | 392:389 | 19 |
ÍBV | 15 | 435:413 | 17 |
Valur | 15 | 437:410 | 17 |
Fram | 14 | 357:349 | 16 |
Selfoss | 15 | 386:375 | 16 |
Stjarnan | 15 | 413:402 | 16 |
KA | 14 | 363:351 | 15 |
Grótta | 15 | 369:384 | 10 |
Þór Ak. | 15 | 343:412 | 6 |
ÍR | 15 | 349:459 | 0 |