Um vikuskiftið fer Havnarkórið at framføra Jólaoratorium J.S. Bachs í Ebenezer, Fríðrikskirkjuni og í Vesturkirkjuni.
Alt síðan føroyskir kórsangar seinast í 60-árunum fingu sær samband við úrmæltar kórleiðarar uttanífrá, hevur siðvenjan at framføra eisini størri tónaverk við solistum og orkesturfylgispæli vaksið seg fram í Føroyum.
Hesar framførslur vóru í sínum uppruna aðalinnihaldið í árligu kórstevnunum. Føroyakórið, ið kom í lag í sambandi við upplatingina av Norðurlandahúsinum, tók táttin upp við stevnuhaldinum Summartónleikadagar í Norðurlandahúsinum, har kórsangur á hægri stigi var miðdepilin. Eisini í øðrum samarbeiði millum kórsangarar hava kór- og orkesturverk eftir tónaskøld sum Bach, Händel, Haydn, Mozart, Beethoven, Brahms og Carl Orff verið framførd.
Eftir at hetta skipaða samstarv millum kór í Føroyum fjaraði burtur, hevur Havnarkórið framhaldandi við stuðli úr øðrum kórum sum best hildið fram við hesari framsøknu siðvenju eitt nú við aðru hvørja ferð at skipa fyri framførslum við Händels Messiasi og Jólaoratorium J. S.Bachs fram móti jólum við konserthølum skiftandi millum kirkjur og eisini Norðurlandahúsið.
Í ár er tað Jólaoratoriið, sum er á skránni.