- Í mínum hugaheimi er kósin eitt sindur ódámlig.
Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, heldur lítið um framferðina hjá nýggja formanninum í Fiskimannafelagnum.
Í Sosialinum í gjár greiddu vit frá, at Fiskimannafelagið hevur givið nøkrum reiðarum ávaring fyri at hava brotið sáttmálan við fiskimannafelagið og hevur hótt við at almannakunngera ein svartalista við nøvnunum á reiðarunum, sum fremja fleiri brot á sáttmálan.
Hetta fyri at ávara sjófólk ímóti at fara við skipunum hjá hesum reiðarum.
Tað skerst ikki burtur, at nýggi formaðurin í Fiskimannafelagnum hevur lagt eina nýggja linju fyri fakfelagsarbeiðnum, har tónalagið er harðari, enn tað plagdi vera mótvegis reiðarunum.
Eftir mínum tykki er nýggja kósin eitt sindur ódámlig, sigur Jákup Sólstein.
Hann vísir á, at tað er ikki gamalt í Føroyum at hótta við at seta fólk á svartalista.
Hann kennir heldur onki til, at tað skal vera vanligt hjá summum reiðarum at skúgvað sáttmálan til viks.
Í øllum stillum
Hann sigur, at hugburðurin hjá reiðarafelagnum er tann, at tað er ein sáttmáli við Fiskimannafelagið og hann skal haldast
- Men sjálvandi kann ósemja taka seg upp um, hvussu ávísir partar í sáttmálanum skulu tulkast. Tað kann eisini koma fyri, at sáttmálin verður brotin í gáloysni ella av ósketni.
- Eg haldi, at tað er serstakliga sjáldan, at sáttmálin verður brotin við vilja.
Møguliga hevur onkur einstakt mál verið við einstakum felag, men tað hevur ikki verið nakað, sum feløgini hava kent seg noydd at tikið upp sínamillum.
Hann kennir onki til, at tað er vanligt, at sáttmálar verða brotnir, men hendir tað, plaga tað at verða avgreitt í øllum góðum, uttan at tað hevur verið neyðugt at hótta við bæði báli og brandi
- Men í slíkum førum plagdu vit sum allaroftast at loysa trupulleikan við eini telefonsamrøðu í øllum stillum.
At tað skal vera ein almennur trupulleiki, kennir Jákup Sólstein einki til.
- trupulleikarnir hava ikki verið nógvir í so máta, so hetta seinasta útspælið frá Fiskimannafelagnum man vera at samanbera við storm í einum vatnglasi.
Annars dugir hann ikki at siga um viðurskiftini ímillum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið eru versnað eftir formansskiftið í Fiskimannafelagnum.
- Jan Højgaard er so mikið nýggjur í Fiskimannafelagnum, at enn hava vit ikki havt so mikið av samskiftið við hann, at tað ber til at siga, um viðurskiftini ímillum feløgini bæði eru versnað ella ikki, sigur Jákup Sólstein.