Paris MoU er ein altjóða avtala um skipasýn, fyri at tryggja, at skipini lúka altjóða trygdarkrøv, at tey hava umhvørvisgóðkenning og at skipsmanningin hevur nøktandi livi- og arbeiðsumstøður.
Myndugleikarnir, ið halda sýnini, hava myndugleika at geva skipum átalu, um krøvini ikki eru møtt og loyvini ikki eru í lagi, og, um heilt illa stendur til, at halda skipunum aftur.
Føroyska sjóvinnustýrið hevur líka síðani FAS-skipanin kom í gildi, arbeitt við at tryggja føroyska flagginum eitt pláss á hvíta listanum hjá Paris MoU.
Alt eftir hvussu nógv skip verða afturhildin um árið, verða fløggini sett á listar eftir, hvussu gott umdømi teirra er. Fløggini við best umdømi eru á hvíta listanum, tey við ringasta umdøminum á svarta listanum. Hvørjum lista flaggið er á, avgerð, hvussu ofta skipini verða sýnað.
Fyrra hálvár í 2013 vóru tvey FAS-skrásett skip hildin aftur av útlendskum myndugleikum og Sjóvinnustýrið setti sær fyri, at herða eftirlitið við egnum skipum, og hetta letur til at hava borið ávøkst.
Á nýggja listanum frá Paris MoU, sum er fyri 2014, er føroyska flaggið flutt 12 pláss upp, upp á 26. pláss á listanum. Einki føroyskt skip varð hildið aftur í 2014, sum er ein av orsøkunum til góða úrslitið.
- Eins og undanfarin ár er mál okkara at flyta okkum uppeftir á hvíta listanum hjá Paris MoU. Sostatt fer Sjóvinnustýrið við hesum at áleggja rakstrarfeløgum at trygga sær, at manning eins og innanhýsis eftirlitsfólk syrgja fyri, at viðurskiftini umborð eru í samsvari við ásetingarnar, soleiðis at onki føroyskt skip kann verða afturhildið, boðar Sjóvinnustýrið frá.