Í januar í ár var aftur ein lítil framgongd í føroyska konjunkturbarometrinum. Samlaða vísitalið fór úr 8 upp í 10 frá juni í fjør til januar í ár. Tað er tilfeingisvinnan og tænastu- og handilsvinnan, sum draga samlaða vísitalið uppeftir, meðan brúkarin og byggivinnan draga niðureftir.
Tað sigur Fíggjarmálaráðið í skrivi.
Húsagangirnir hjá Eik og Fiskavirking, verkbannið í fiskiskipaflotanum og vaksandi olju- og matvøruprísir hevur loypt hvøkk á føroyska brúkaran, men hetta hevur ikki nerva tilfeingisvinnuna, sum vigar tyngst í føroyska búskapinum. Tilfeingisvinnan er millum annað ali- og fiskivinnan, sum umboða nógv tann størsta partin av útflutningssíðuni í føroyska búskapinum.
Sostatt bendir alt á, at vøksturin í føroyska búskapinum, sum byrjaði í 2010, fer at halda fram í 2011.
Føroyska konjunkturbarometrið er ein hálvárlig spurnarkanning, har føroysk vinna og brúkarar verða spurdir, hvussu tað hevur gingist seinasta árið, og hvussu tey meta, at gongdin fer at hátta seg komandi tíðina. Tað er sjálvandi altíð trupult at gera slíkar metingar, men samanumtikið meta føroyngar, at tað fer at ganga framá í 2011 samanborið við 2010.
Búskaparliga var ein lítil framgongd í føroyska búskapinum í 2010 samanborið við 2009, ið var eitt serstakliga vánaligt ár fyri føroyska búskapin.