Kreppan í samband við coronavirus í Kina fær væntandi fleiri álvarsamar avleiðingar fyri aljóða samfelagið enn útbroitið av sjúkuni sars.
Tað er av teirri sannroynd, at tað í dag eru nógv fleiri kinesisk ferðafólk enn í 00’unum, tá lungnasjúkan Sars legði ferðavinnuna í Asia lamna og gjørt stórt hol í búskapin.
Her eru nøkur tøl um kinesiska ferðavinnu í dag:
– Kina á fastlandinum við 1,3 milliardum íbúgvum hevur flest ferðafólk. Í 2018 vórðu keyptar 150 milliónir ferðir úttalands í Kina.
– Bara umleið 10 prosent av fólinum í Kina hava pass.
– Flestu kinesisku ferðafólkini ferðast til onnur lond í Asia – fyrst og fremst til Hongkong, Macao, Teivan, Teiland, Suðurkore og Vietnam.
– Um tey ferðast longri burtur, er vanligt at fara til Evropa, USA ella Australia.
– Í Evropa er Frankaríki mest vitjaða landið við 2,2 milliónum kinesiskum vitjandi í 2018 – síðani koma Týskland, Italia og Bretland.
– Kinesarar í feriu brúka í miðal fleiri pengar enn fólk úr øðrum londum – umleið 1850 dollara – slakar 12.500 krónur um árið fyri hvønn persón.
/ritzau/AFP