Framleiðslan í alivinnuni higartil í 2015 stendur ikki í mát við framleiðsluni í 2014. Tað skrivar Vinnuhúsið á teirra heimasíðu í dag.
Higartil í ár hevur alivinnan framleitt 56.632 tons av aldum laksi í kruvdari vekt. Tað er umleið 10 prosent minni enn somu tíð í fjør.
Miðalvektin er tó eitt vet hægri enn í fjør, so tað er talið á tiknum laksi, ið er væl minni í mun til somu tíð í fjør.