Um val var í dag, hevði Framsókn fingið eitt umboð á ting, meðan Tjóðveldi og Fólkaflokkurin høvdu mist hvør sín tinglim í mun til seinast. Tað vísir heilt nýggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið.
Alt bendir á, at nýggi flokkurin Framsókn kann rokna við at fáa umboð á ting á valinum í morgin. Tað skrivar heimasíðan hjá Kringvarpinum, nú enn ein nýggj veljarakanning fyriliggur í dag.
Sambært hesi kanningini, missa Tjóðveldi og Fólkaflokkurin upp á Framsókn. Flokkarnir missa hvør sín tinglim, soleiðis at Tjóðveldi fær sjey tingfólk í mun til átta í dag, meðan Fólkaflokkurin fer úr sjey niður á seks tingfólk.
- Sum flest allar veljarakanningar annars hava víst, kann Sambandsflokkurin, hóast hann hevur havt løgmann seinasta valskeið, rokna við at gerast størsti flokkur og fáa átta fólk á ting í mun til sjey í dag.
Kringvarpið skrivar á síni heimasíðu, at Javnaðarflokkurin varðveitir síni seks umboð, og tað gera Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin eisini við ávíkavist trimum og tveimum umboðum.
- Í prosentum gevur hetta Sambandsflokkinum 23,4% av atkvøðunum, Tjóðveldi 20,2%, Fólkaflokkinum 19,2%, Javnaðarflokkinum 17,7%, Miðflokkinum 8,1%, Sjálvsstýrisflokkinum 6,7% og Framsókn 4,7% av atkvøðunum.
Samanborið við kanningina, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialin, sum kom út í dag, fáa Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin líka nógv tingfólk í báðum kanningum, meðan Fólkaflokkurin fær tvey umboð færri í kanningini hjá Kringvarpinum, og Framsókn fær eitt tingfólk færri í kanningini hjá Kringvarpinum.
- Hinvegin fáa Tjóðveldi, Sjálvsstýrisflokkurin og Miðflokkurin ein fleiri í kanningini hjá Kringvarpinum, skrivar heimasíðan hjá Kringvarpi Føroya í kvøld.