Framsókn tekur undir við samkyndum hjúnabandi

Framsókn tekur undir við, at tvey fólk av sama kyni sleppa at giftast.

Tað ger Poul Michelsen, stigtakari og floksformaður í Framsókn, greitt fyri Portalinum.

LGBT, felagið fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar hevur spurt øll valevnini, hvørja støðu tey hava til at hjúnabandslógin verður broytt, so at hjunaband er ímillum tvey fólk og ikki ímillum mann og kvinnu, soleiðis sum tað stendur í lógini nú.

Av øllum valevnunum hava 57 úr ymsum flokkum svarað, at tað taka tey undir við.

Men tað leyp í eyguni, at onki av valevnunum hjá tí annars ógvuliga frælslynta Framsókn var ímillum tey, sum taka undir við at broyta hjúnabandslógina.

Men Poul Michelsen sigur, at tað hevur sína frágreiðing.

- Vit vildu sleppa at svara sum ein flokkur og ikki sum einstøk valevni. Men tað sluppu vit ikki, tí LGBT vildi hava tey einstøku valevnini at svara fyri seg, sigur hann.

Hann sigur, at í Framsókn halda tey, at skal hvørt valevni svara fyri seg, fær tað ein partapolitiskin dám.

Í Framsókn halda tey, at tað hevur minni áhuga, hvat hvørt einstakt valevni heldur, tí tað er ikki vist, at áskoðanin hjá tí einstaka valevninum eisini er almenni politikkurin hjá flokkinum.

- Men hjá okkum er ongin ivi, tí sum flokkur tekur Framsókn fult undir við, at hjúnabandslógin verður broytt, so at tað ikki er eitt krav, at hjúnabandið er ímillum mann og kvinnu.

- Vit taka undir við sjálvari løgfrøðini og teimum borgarligu rættindunum, men vit vilja ikki lóggeva fyri kirkjur og samkomuhús, hetta umfatar ikki eitt krav um, at kirkjur og samkomuhús eisini skulu víga samkynd, sigur Poul Michelsen.