Talan er um somu úrvalsframsýning, sum var í summar á Norðurbryggjuni i Keypmannahavn.
Frida var virkin listakvinna og tekning hevði hennara stóra áhuga heilt frá ungum. Hon tók tekni- og máliskeið í Danmark og enskan teknibrævskúla. Frida fór ikki á Kunstakademiið, tí hon helt, at tað mundi verða torført at liva av listini.
Frida Zachariasen gekk á handilsskúla í Danmark og fekk skrivstovuútbúgving har. Men listin fylgdi alla tíðina við. Hon teknaði, málaði vatnlitsmyndir og oljumálningar, sum lýstu gerandisdagin og umhvørvið í Klaksvík og aðrastaðni.
Frida var kend og vird listakvinna í síni samtíð í øllum norðanlondum.
Frida hevur myndprýtt bøkur og sjálv skrivað bøkur t.d. Strev í málrøkt og Brún og brá.
Tá ið framsýningin letur upp verður tónleikur á skránni, Malan Marnersdóttir heldur fyrilistur um listina hjá Fridu, og Karin Jacobsen greiðir frá, hvussu hon minnist Fridu Zachariassen, sum hon var skyld við og hevði nógv samskifti við.
Listaframsýningin við verkum eftir Fridu Zachariassen letur upp í Skúlanum við Ósánna leygardagin 15. sept. 2012 kl. 15. og er eisini opin sunnudagin 16. sept. 2012.
Dávur Winther