Framsýning: Hetta tekur tíð at gera

At arbeiða við slíkum er næstan terapi og stendur sum týðiligur mótsetningur til sapparamentanina vit eru von við í dag.

Í Fuglafirði verður handaliga arbeiði, sum gjørt er á kvøldskúlanum í vetur, sýnt fram um dagarnar. Framsýningin er í snotuligu hølunum í Riberhus.

 

 

Brynhild Næs Peteren, leiðari á kvøldskúlanum í Fuglafjarðar kommunu sigur, at ymiskt handaligt hevur verið víst fram, og í morgin endar framsýningin við ymiskum framførslum eftir flaggdagshaldið. Tað vera hornorkestrið, barnakórið, dramabólkurin og Bárður á Lakjuni, sum fara at framføra. 

 

 

Á sýningi í Riberhus er nógv ymiskt at síggja. Millum annað eru nógvir modellbátar, brodering av føroyskum klæðum, tekningar og glaslist. 

 

 

-Tað er fantastiskt at síggja slíkt handverk, sum millum annað hesi modellskipini, sum verða sýnd fram. Tað liggja eini 800 arbeiðstímar í einum vanligum modellskipi. At arbeiða við slíkum er næstan terapi og stendur sum týðiligur mótsetningur til sapparamentanina vit eru von við í dag. Alt tekur tíð at gera, sum verður víst fram inni har, sigur Brynhild Næs Petersen.